Stórar ætlanir á Eiði

Tað eru skjótt 87 ár síðani at pastor Buhl-Nielsen vígdi Missiónshúsið Karmel á Eiði. Og mongu árini byrja eisini at síggjast á húsinum. Men tað verður vónandi broytt nú.

Tað sigur Jonhard Jógvansson, prestur, tá Trúboðin hitti hann á marknaðardegnum á Eiði leygardagin. Endamálið er nemliga at sava pening inn til at umvæla Karmel. – Fyrst og fremst, so tørvar okkum pening til at bjálva og klæða húsini. Tað er eitt sindur dýrt hjá okkum at hita húsini sum støðan er nú, sigur Jonhard Jógvansson, sum eisini greiðir frá, at tað eru umleið 10 sum fast eru til møtini sunnukvøld. – Og so hava vit ein góðan sunnudagsskúla, har tað koma umleið 30 børn.

Vónin er, at tað framyvir skal verða meira virksemi í Karmel. Millum annað kundi presturin gott hugsa sær at byrja ein bíbliubólk. – Í ár skulu vit eisini fyri fyrstu ferð í nógv ár hava missiónsviku. Tað verður 18.-21. November, sigur Jonhard Jógvansson, sum eisini er formaður í Karmel.

LES EISINI  Mirjam skal tæna á trúboðaramiðstøð í Belgia

Marknaðardagurin savnar mong

Men hendan leygardagin snýr tað seg um at savna pening inn fyri at framtíðartryggja missiónshúsið. Dagurin hevur eina blandaða skrá, sum bæði leggur dent á at boða orðið og at savna pengin inn. Fleiri enn 30 børn – umframt nøkur vaksin – klippa og klistra í kjallarinum í missiónshúsinum áðrenn tey fara niðan í salin at hoyra bíbliusøgu.

Samstundis savnast fleiri vaksin í Hólmahúsinum, har tað er okkurt til matna og søla av lutaseðlum og vaflum. Eftir ein góðan bita, letur tombolaði upp og tað er væl umtókt millum øll ættarlið. Seinni skal Ólavur Jacobsen vitna um Hann, sum tað, sum alt í síðsta enda snýr seg seg um.

Missión er nakað, sum vit eru saman um

Tað er líkt til, at tað verður ein góður marknaðardagur á Eiði. Men tað er framvegis langur vegur á mál. Hetta er ein ambitiøs verkætlan, sum ein lítil bólkur í missiónshúsinum hevur sett í gongd. Men tey eru tíbetur ikki einsamøll, tí missión er jú nakað, sum vit eru saman um. Og munnu tað ikki verða fleiri runt í Føroyum, sum hava eitt hjarta fyri Karmel og eisini framyvir ynskja at boða gleðiboðskapin út til øll á Eiði?

LES EISINI  - Vit eru har, sum vit skulu vera

Tað er tørvur á forbøn. Tað er tørvur á pengum. Og kanska verða tað eisini nøkur, sum fáa eitt kall frá Gudi um at gerast partur av arbeiðnum hjá Karmel. Og møguliga búsetast í vøkru bygdini.

Ynskir tú at stuðla við einari peningagávu – so er møguligt at flyta pengarnar til konto: 6460 – 4970022

Eru tað tú/tit, sum Harrin kallar at flyta til Eiðis, so eru hesa heimasíðir helst áhugaverdar at fylgja komandi tíðina:

www.betriheim.fo

www.meklarin.fo

www.skyn.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina