í Liljudali: Kenna okkum væl rustað og búgvin til lívsins lærusveinaferð

Fyrst í Juli fóru hjúnini, Fríðunn og Anton í Liljudali, til Hawaii á bíbliuskúla. Tey hava nú verið í Hawaii í góðar tveir mánaðir, og nú stendur ein spennandi avbjóðing fyri framman hjá teimum báðum.

Tey høvdu í longri tíð tosa saman um at fara á bíbliuskúla saman, og eftir at hava hugt eftir fleiri ymsum bíbliuskúlum fall valið á DTS hjá felagsskapinum YWAM.

– Okkara upprunaætlan var at fara til suðurafrika longu í Januar, men tað var ikki gjørligt. So sóu vit at ein hurð opnaðist til at fara til Hawaii og tí valdu vit at fara higar. Vit hava leingi verið svong eftir meir av orðinum og Jesusi. Í oktobur gjørdust vit hjún og hóast vit longu hava tað besta grundarlagið, Jesus, so vildu vit sum hjún læra meir um at vera lærusveinur í dagligdegnum og styrkja okkara persónligu trúgv, sigur Anton, sum m.a er kendur í Føroyum sum tónleikari. Hann gav m.a fløguna Summarnætur út í 2019 og hevur eisini givið fleiri stakløg út.

LES EISINI  Elisabeth av Skála til Liberia í heyst at vera trúboðari

Spennandi tíð fyri framman

Hjúnini eru glað fyri tíðina í Hawaii, har tey hava lært nógv.

– Tíðin hevur verið púrasta fantastisk. Vit hava havt sera góðir lærarar frá ymsum pørtum í verðini, ið hava havt um ymisk evni. Vit hava fingið øgiliga góð amboð til at liva tað kristna lívið og fylgja Jesusi í øllum. Tann andaligi bardagin, at hoyra Guðs rødd, hvørji sigur Hann okkum at vera, at verða í forbøn og so mangt annað. Vit fáa øgiliga góða venjing og kenna okkum væl rustað og búgvin til lívsins lærusveinaferð – hvar so enn Guð kallar okkum, heim ella út í heim. Guð arbeiðir í okkum og vísir okkum ein brotpart av Hansara ætlanum til lív okkara. Vit eru sera spent, siga tey tey bæði, sum nú fyrireika seg til eina spennandi tíð í miðeystri, og tey gleða seg at síggja hvussu Gud fer at virka gjøgnum tey og teirra toymið

LES EISINI  Í Liljudali á missiónsferð: Hava ment okkum nógv sum lærusveinar

Eftir ætlan skulu tey verða í miðeystri í tríggjar mánaðir.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina