Landsstevnan: Menninir forkelaðu kvinnurnar

Vikuskiftið 2.- 4. mai, skipaði Føroyska Sjómansmissiónin fyri landsstevnu í Leguhúsinum í Nesvík.

Stevnan er fyri kvinnurnar í sjómanskvinnuringunum og onnur sum eru áhugaði í sjómansmissión, og 155 kvinnur vóru við. Stevnan er eisini eitt slag av ársfundi, har greitt verður frá arbeiðinum og tosa verður um tað.
Fyrsta stevnan var í Havn í 1957 og hon hevur verið øll árini síðani, burtursæð frá 2020 og 2021, tá korona forðaði fyri henni. Síðani 1998 hevur stevnan verið í Leguhúsinum í Nesvík.

Endamálið
Endamálið við stevnuni er, at savna kvinnurnar í sjómanskvinnuringunum, og onnur, til kristiliga og verkliga stimbran í trúgv og tænastu fyri sjómansmissión. Á skránni var felagssangur, solo-og kórsangur, Guds orð, bøn, áhugatími, frágreiðingar frá arbeiðinum, góður matur, góð sosial samvera, burturluting, gudstænasta og annað gott.

Skipsvitjan stimbrar
Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, greiddi frá arbeiðinum farna árið og nevndi okkurt, sum er á skránni í ár. Eisini nevndi hann, at fíggjarliga var 2024 óvanliga gott, tí fleiri stórar gávur vóru komnar inn enn vanligt. Takka var fyri smáar og stórar gávur.
Tá orðið varð givið frítt at tosað um arbeiðið, vóru tað fleiri kvinnur sum tóku orðið. Tað var hugaligt at hoyra frágreiðingar frá arbeiðinum í ringunum, og millum annað frá vitjan umborð á eitt av skipunum tær ítøkiliga biðja fyri. Skipsvitjanin varð góð uppliving, bæði fyri tær og manningina, og gav íblástur til arbeiðið. Tær viðmæltu skipsvitjan, og vónaðu, at fleiri ringar fingu møguleika at vitjað okkurt av skipunum tær biðja fyri. Aldurin á luttakarunum var frá 38 til 95 ár, og fimm vóru við fyri fyrstu ferð.

LES EISINI  Sjómanskvinnuringurin 60 ár

Vitjan frá ISM
Nicolaj Vibe, aðalskrivari í donsku Sjómansmissiónini vitjaði. Hann talaði og greiddi frá teirra arbeiði, bæði í Danmark og í Grønlandi við orðum, myndum og filmi. Tað var áhugavert at hoyra og síggja.
Føroyska Sjómansmissiónin hevur samstarvað við Indenlandsk Sømandsmission (ISM) í Danmark síðani byrjanina í 1918.

Menninir stríddust
Í mong ár hava menn, mest núverandi og fyrrverandi sjómenn, gjørt matin, borðið hann út á borðini og vaska upp. So var eisini í ár. John Høgnesen hevði høvuðsábyrgdina. Maturin var bæði nógvur og góður og tænararnir bóru hann út á borðini við brosi.
Fleiri kvinnur hildu skemtandi fyri, at tær høvdu etið meiri enn vanligt, nú tær fingu loyvið at sita stillar og verða forkelaðar ov monnum – tí tað er ikki daglig dagurin heima.
Uppvaskararnir høvdu nógv at gera, tá vaskast skuldi upp eftir fleiri máltíðum, har umleið 175 fólk høvdu etið.

Vikuskifti ella bara leygardag
Øll árini hevur landsstevnan verið eitt vikuskiftið, frá fríggjakvøldið til sunnudag. Tað gevur frið, hugna,  vinabond, góða sosiala samveru og annað gott at verða saman alt vikuskiftið. Síðstu árini hava tó flestu kvinnur verið leygardag. Soleiðis var eisini í ár. Umleið 55 kvinnur vóru fríggjakvøldið, 155 leygardagin og 45 sunnudagin. Tí var spurningurin reistur, um stevnan framyvir skal vera ein leygardag, ístaðin fyri eitt vikuskifti? Ymiskar meiningar eru um tað. Hendan spurningin kemur leiðslan í Sjómansmissiónini at taka støðu til.

Frá leiðsluni skal ljóða ein hjartans tøkk til øll sum vóru á stevnu og sum hjálptu til. Gud signi Sjómansmissiónina.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina