Áhugaverd frágreiðing um søguna hjá sjómanskvinnuringunum

Frágreiðingin verður í orðum og myndum, seinnapartin 2. apríl í Leguhúsinum í Nesvík.

Á ársmøtinum, leygardagin 2. apríl, fer sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, í stuttum at greiða frá søguni um sjómanskvinnuringarnar. Hann er við at leggja síðstu hond á eina bók, sum kemur at eita: “Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar” og sum ætlandi kemur út í hesum hálvárinum.
Í bókini vera søgurnar hjá 68 sjómanskvinnuringum í Føroyum og søgan um ringin í Reykjavík og um tann í Hirtshals, 70 tilsamans. Nógvar myndir vera eisini í bókini, sum verður góðar 350 síður.

Tað var í 1928 at kvinnur tóku seg saman fyri at stuðla arbeiðinum hjá Føroysku sjómansmissiónini. Felagsskapurin fekk heitið SKA, sum stóð fyri “Sjómansmissiónsins kvinnuligu arbeiðarar”. Hetta var ein landsdekkandi felagsskapur, har allar kvinnur kundu gerast limir. SKA var virkið í nøkur ár, men miðskeiðis í 1930 kom stígur í.

Eftir tað byrjaðu trúboðararnir hjá Heimamissiónini at seta SKA á stovn í ymiskum bygdum um landið. Síðst í 1940 var tó lítil veiggj í fleiri teirra.
Fyrst í 1950-unum fór Piddi á sjómansheiminum at ferðast um landið, og fekk sett fleiri sjómanskvinnuringar á stovn.
Í 1960 var Jóhan Olsen settur í starv sum sjómanstrúboðari. Hann var sera íðin og var við til at seta nógvar ringar á stovn um landið og tann í Reykjavík og í Hirtshals.

Í 1993 loysti Torleif Johannesen, Jóhan av sum sjómanstrúboðari. Hann hevur vitjað ringarnar og hevur skrivað søgurnar um fleiri teirra. Tað fyrstu skrivaði hann í 1994, og var um ringin við Gjógv. Síðsta hálvt annað árið hevur Torleif, umframt at starvast sum sjómanstrúboðari, eisini skrivað og ferðast runt landið fyri at fáa allar søgurnar við og dagførða søgurnar hjá teimum 35 ringunum, sum enn eru virknir.
Frágreiðingin verður í orðum og myndum, seinnapartin 2. apríl í Leguhúsinum í Nesvík.
Øll skráin 1-2. apríl sæst við at trýsta á leinkju í neðra.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina