Gudleyst sjálvsálit 

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Í Danmark eru tað alsamt færri ung, sum lata seg konfirmera í kirkjuni. Í høvuðsstaðarøkinum er tað nú minni enn helvtin. Hetta letur dyrnar upp fyri nýggjum skiftissiðvenjum. Ein av teimum nýggjastu er sjálvkonfirmatión – ein verðslig hátíðarløta, har ung “játta trúnna á seg sjálvi heldur enn á Gud” (Kelda: TV 2). 

Hugtakið er ment av Elisabeth Sofie Olsen, sum arbeiðir við ungdómi og sigur, at ung “hava uppiborið at verða betur fyrireikað til vaksnamannalívið og at fáa loyvi at markera yvirgongdina frá barni til ung, uttan at tað skal snúgva seg um Gud.” Í staðin fyri trúarjáttanina lesa tey sítt egna manifest – eina “persónliga trúarjáttan. Ikki fyri Gudi, men fyri sær sjálvum,” sum Olsen sigur. 

Hetta ljóðar sterkt og sjálvsstyrkjandi. Men aftan fyri hesa nýmótans yvirflatu goymir seg ein álvarslig gongd: tørvin á at seta einstaklingin í miðdepilin og gera hann til endaliga myndugleikan – eisini í lívsins stóru umskiftum. 

Her í Føroyum stendur konfirmatiónin enn sterk. Tað gleðir meg. Tí tað er júst í møtinum millum trúgv og felagsskap – nakað, ið røkkur út um meg sjálvan – at eitt djypri virði býr. Og tað eiga vit ikki at lata fara fyri skeytið. 

Flótandi sannleiki og veik sjálvsvirði 

Sjálvkonfirmatión byggir á hugsanina um, at vit skulu finna styrkina í okkum sjálvum. Men tá virðið hjá einum menniskja er bundið at kenslum og hugsanum, verður grundarlagið veikt. Kenslur broytast. Sjálvsfatan viknar. Og lívið kemur altíð við mótgongd. 

LES EISINI  Tabor hevur online ungdómsmøti í kvøld

Í staðin fyri ein sannleika fáa vit nógvar – merktir av persónligum upplivingum og kenslum. Tað kann ljóða frígerandi, men skapar í roynd og veru ótryggleika. Tá sannleikin bara býr í einstaklinginum, verða sjálvt nærsambond óstøðug. Alt skal umrøðast. Ongin fastur grundvøllur er. 

Ung standa einsamøll eftir við ábyrgdini: at finna meining, at mynda sína egnu sjálvsmynd og at skapa sítt virði. Men tað virðið, ein finnur í sær sjálvum, er ongantíð sterkari enn eins egnu kenslur. Tí fer sjálvkonfirmatión – hóast væl meint – at gera tey ungu meira viðbrekin og einsamøll. 

Kristiliga konfirmatiónin: at fáa virðið givið 

Kristiliga konfirmatiónin byggir á nakað heilt annað. Her læra ung, at virði teirra ikki byggir á tey sjálvi – hvørki á hugsanir, kenslur, gerðir ella avrik teirra. Tey læra, at tey eru skapt og elskað av Gudi, og at teirra virði er treytaleyst og óbroytiligt – givið frá byrjan, staðfest í dópinum og borið av Guds kærleika. 

Kristna menniskjasýnið vendir ikki eyguni inneftir, men uppeftir og úteftir. Ikki fyri at burturvísa tað innara lívið, men fyri at seta tað í ein størri samanhang. Konfirmanturin lærir, at hann er elskaður – eisini tá hann ikki klárar at elska seg sjálvan. At hann er virðismikil – eisini tá hann ikki følir seg nýtiligan. At hann ikki stendur einsamallur, men er settur í samband við Gud og við næstan. 

LES EISINI  Ung tosa um advent og jól

Og tað eru júst sambondini, sum eru avgerandi. Í miðdeplinum av kristnari trúgv stendur dupulta kærleiksboðið: At elska Gud og at elska næsta sín sum seg sjálvan. Tað merkir eisini, at vit taka ímóti okkum sjálvum, soleiðis sum vit eru skapt til at vera, og lata Gud realisera okkum sum hansara elskaðu børn í Kristusi – børn, sum ganga á teimum leiðum, sum hann hevur fyrireikað hvørjum einstøkum. 

Tá vit ikki skulu finna okkum sjálvi 

Tá vit læra at finna virði okkara í nøkrum, sum er størri enn menniskju og røkkur út um okkum sjálvi, byrjar ein nýggj rørsla: ikki inn í okkum sjálvi, men móti Gudi – og víðari móti næstanum. 

Tí í Gudi møta vit einum kærleika, sum ikki broytist av hugløgum ella avrikum. Og júst tí at Gud er kærleiki, verður tað at taka ímóti kærleika hansara fortreytin fyri at kunna elska onnur. Ikki av okkara egnu megi, men tí vit fyrst sjálv eru elskað. 

Hvat geva vit teimum ungu? 

Tá vit bjóða teimum ungu ein sið, har tey sjálv skulu finna sín sannleika og prógva sítt virði, kunnu vit gera tey til smágudar í egnum universi – einsamøll við eini tyngjandi ábyrgd, sum tey ikki hava biðið um. 

LES EISINI  SUM á Skála

Vit læra tey at líta inn í seg sjálvi, tá tey hava mest brúk fyri at hyggja út og upp. Vit geva teimum eina veitslu og eitt manifest – men ikki ein karm, sum røkkur longur enn til næstu kenslu. 

Í kristnari trúgv læra vit nakað annað: At lívið er størri enn eg sjálvur – og at tað er gott. Vit eru ikki okkara egna verkætlan, men partur av einum ævigum samleika. Tann veruligi friðurin finst ikki við at prógva seg sjálvan – men við at tora at missa seg sjálvan og finna lívið aftur í nøkrum størri. Ikki við at stríðast móti sær sjálvum, men við at lata Gud bera tað, vit ikki klára. 

Kanska tráa tey ungu ikki eftir at hoyra, at tey skulu finna seg sjálvan – men eftir at fáa at vita, at tey longu eru funnin. 

At tey eru skapt, elskað og kend – heilt inn í tað, tey ikki sjálv skilja. 

Og at lív teirra hevur virði. Ikki tí tey sjálv hava sæð tað, men tí Gud longu hevur sagt tað. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina