Jólakalendari á Trúbodin.fo og á Instagram

Í dag er fyrsti desember, og jólini nærkast í hvørjum. Og tað fer at merkjast her á Trúboðanum.

Heimamissiónsungdómur er byrjaður uppá ein video-jólakalendara. Tað er formaðurin í LUN, landsungdómsnevndini, Jákup E. Petersen, sum hevur tikið stig til at hetta verður gjørt.

Í kalendaranum eru tað ung, úr teimum ymisku ungdómsarbeiðunum runt landið, sum taka upp video. Tey lesa eitt profeti, og síðani uppfyllingina av profetiinum. Teir síðstu dagarnar verður jólaevangeliið eisini lisið. Eitt video út um dagin, og nú kanst tú síggja fyrsta brotið.

Øll brotini koma hvønn dag at liggja undir spjaldrinum Jól21.

Eisini á Instagram

Á Instagram síðuni hjá Trúboðanum verður eisini ein jólakalendari.

Hvønn dag fram til 24. Des. fer ein nýggj “lúka” at koma á Instagram hjá Trúboðanum.

Í dag sleppa tit at síggja hvussu hugnaligt tað er í Nesvík, nú desember er byrjaður.

Í kalendarinum fara tit síggja hvat gongur fyri seg í Nesvík, umframt at vit helst fáa okkurt frá starvsfólkunum, sum ikki til dagligt eru í Nesvík. Eisini verður ein kapping – hon byrjar longu í morgin, so tað ræður um at fylgja við

LES EISINI  Trúpoddurin Special við Cochren
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina