Talgildir boðberar

Skulu vit bjóða fram trúarupplæring til ung í dag, so er eingin vegur uttanum talgildar loysnir, sigur norski Mikael Svartdahl.

Mitt undir koronaavmarkingum upplivdi Svartdahl eina umvending. Prestasonurin hevði tá fylt lívið við arbeiði og karrieru.

 – “Eg var ein kulturkristin og orkaði ikki í kirkju. Ein talgildur vitnisburður frá einum manni við eini líknandi søgu sum mínari egnu, rakti meg og leiddi meg til umvending. Tað vendi upp og niður upp á mínar raðfestingar og bjargaði mínum hjúnabandi. Fyri meg var tað eisini lættari at fylgja eini talgildari gudstænastu, greiðir Svartdahl frá.

Ein talgildur vitnisburður frá einum manni við eini líknandi søgu sum mínari egnu, rakti meg og leiddi meg til umvending.
Mikael Svartdahl

Talgild trúarupplæring
Hann uppsøkti sína egnu trúarupplæring á netinum, og Svartdahl, ið hevur starvast mong ár við talgildum samskifti, er sannførdur um, at felagsskapir og kirkjur mugu satsa uppá talgilda økið.

Gudstænastan skal vera fysisk, men hon kann ikki vera tann einasta trúarupplæringin. Stríðið er um restina av vikuni, og tá mugu vit møta menniskjum, har tey eru, eftir teirra treytum, sigur Svartdahl og skoytur uppí. “Vit liva í stóran mun eitt talgilt lív og verða støðugt ávirkað og upplærd av sosialu miðlunum, spølum og røðum. Ung møtast talgilt. Øll ynskja aftur til tíðina áðrenn farsóttina, men onki er sum fyrr.

Manglandi kapasitetur
Svartdahl heldur eisini, at mátin, vit velja at ogna okkum kunnleika uppá, ger tað ógjørligt at skipa trúarupplæring á sama hátt sum áður.

“Floymurin av upplýsingum hevur gjørt, at mong ikki eru før fyri at hugsavna seg um ein boðskap í longdini. Í hesum føri virkar “fyrilestrarhátturin” ikki. Vit eru von við aktivt at tilogna okkum kunnleika – antin við at svara uppá innlegg á sosialu miðlunum ella við at royna og fara skeivur í dataspølum. Fólk góðtaka ikki longur bert passivt at taka ímóti upplæring”, sigur Svartdahl.

Avbjóðingin fyri kristnu felagsskapirnar verður tá kapasiteturin, tí ein slíkur upplæringháttur krevur tætta menniskjaliga uppfylging.

“Vit hava ikki styrki til at geva eina persónliga uppfylging, soleiðis at hvør einkultur gjøgnum vikuna aktivt kann leita eftir sannleikanum. Her mugu vit gera nýtslu av talgildum amboðum, ið eggja til sjálvbodna aktiva trúarupplæring. Vit eru rætt og slætt bundnir av fleiri upplæringarskipanum, sigur Svartdahl, men viðgongur, at tað eisini fer at krevja stóra orku at gera gott talgilt tilfar. “Tí eru vit eisini noydd at samstarva uppá tvørs av kirkjusamfeløg. Meir enn nakrantíð meti eg, at vit eru noydd at savna kreftirnar fyri at kunna ganga avbjóðingunum í einum nýggjum talgildum veruleika á møti.

Útrustað til at bera út gleðiboðskapin
Hann heldur tað fara at vera trupult at náa út við talgildari evangelisering, men at tað hinvegin er gjørligt at fremja talgilda trúarupplæring.

Tað er trupult at verða hoyrdir og lagdir til merkis í tí risastóra data-floyminum, men tey, vit longu nú hava samband við, kunnu vit náa talgilt. Evangeliseringin haldi eg fyrst og fremst má fara fram í egnum netverkum, og við eini góðari trúarupplæring vit tey til júst tað, sigur Svartdahl, sum seinnu árini hevur arbeitt við at menna fleiri samskiftispallar, ið kunnu verða ein hjálp hjá kristnum til at brúka meira tíð saman við Gudi í gerandisdegnum.

“Mítt mál er at gera tað einfalt hjá kristnum at hjálpa og stuðla hvørøðrum til at gerast lærusveinar á ein fangandi, virknan og gagnligan hátt. Tað hevur týdning at hava amboð, tú kanst nýta, sama um tú ert eina ella saman við øðrum ella savnaður í eini kirkju”, sigur Mikael Svartdahl.

Talgildir leikvallir
Leiðarin fyri tey ungu í norska Misjonssambandet Ung, Hans Kristian Skaar, heldur, at fysiskt ungdómsarbeiði og trúarupplæring verður tað mest týðandi, eisini í framtíðini, men hann dugir eisini at síggja fleiri møguleikar í tí talgilda.

“Vit hava altíð leitað eftir leikvallum, har tað er gjørligt at møta børnum og ungum. Fleiri sosialir miðlar eru vælegnaðir til at byggja upp netverk og bólkar, har tosast kann um trúgv, sum so aftur kann lutast víðari og har eru nýggir møguleikar at møta ættarlið av børnum og ungum, ið nýta seks til tíggju tímar um dagin framman fyri skíggja, sigur Skaar.

Hann heldur somuleiðis, at talgilda amboðið kann gerast hent hjá Misjonssambandet til konfirmantaundirvísingina.

Lægri gátt
Søgur um, at leitandi menniskjur nýta netið til at læra meira, er eitt kent fyribrigdi.

“Tað vísti seg, at kristin fingu samband við nýggjar bólkar av menniskjum undir farsóttini.  Vanliga er tað mest kvinnur, ið uppsøkja ungdómsarbeiðið, men talgilt vaks talið av monnum munandi. Gáttin gjørdist lægri. Vit hava dátur, ið geva okkum betur próvgrundir til at halda uppá, at rættiliga mong menniskju fyrst og fremst leita sær trúnna á netinum, og tí mugu vit vera til staðar, so tey ikki bert møta kristnum á kjak-pallum”, sigur Hans Kristian Skaar at enda.
Utsyn: Mikael Svartdahl og Hans Kristian Skaar

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina