Nýggjur nevndarlimur í Landsungdómsnevndini (LUN)
Hóskvøldið 5. desember var ein hugnaligur og deiligur dagur hjá LUN, tá jólafrokostur varð hildin, og ein nýggjur nevndarlimur varð boðin vælkomin í nevndina. Vit fegnast um at kunna boða frá, at Andrias Magnussen nú er partur av nevndini.
Andrias er búsettur á Saltnesi saman við konu síni, Elsbet E. Magnussen, og hevur í mong ár verið ein virkin og kendur persónur í arbeiðinum hjá Heimamissiónini. Hann hevur áður starvast sum aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini og hevur longu verið partur av LUN nevndini fyrr. Hann hevur drúgvar royndir við ungdómsarbeiði, so tað er ein sonn styrki at hava hann við í nevndini.
Í dag starvast Andrias sum varðaskúlastjóri í Fuglafjarðar skúla, og hann er eisini partur av leiðsluni fyri TeenStreet. Hann brennur fyri, at gleðiboðskapurin um Jesus Kristus skal koma út til fólkið. Tey ungu liggja honum nær at hjartanum, og hann sær týdningin av at bera boðskapin um Jesus út til hetta ættarliðið. At tey ikki bara hoyra boðskapin um Jesus, men at tey, ið trúgva verða lærd upp at fylgja Jesusi og kenna boðskapin.
Landsungdómsnevndin er takksom fyri møguleikan at samstarva við Andrias, og vit eru sannførd um, at arbeiðið verður uppaftur sterkari við hansara vitan, royndum og djúpa kærleika til gleðiboðskapin. Tað verður spennandi at síggja, hvussu Gud fer at virka ígjøgnum hesa nevnd.
Tann núverandi Landsungdómsnevndin (LUN) er mannað av hesum fólkum:
- Andrias Magnussen
- Anna Klein Olsen
- Bjarta Á. Arge
- Kartin Høgnesen
- Marius B. Vang
- Sjúrður Jensen
- Sonni Steinhólm
- Tóta Akursmørk