Jesus kann verða ársins “influensari” í 2025

Ung leita eftir eini leiðandi fyrimynd
Ársins influensari – ella ávirkari – í 2025 kann verða Jesus. Tað vísa tøl frá svensku greiningarfyritøkuni, Ungdomsbarometern, samstundis sum limatølini í svensku fólkakirkjuni vísa ein søguligan vøkstur – serliga millum ung.

Sambært Ungdomsbarometern halda ung í aldrinum 15 til 24 ár, at Jesus verður ”trend” í 2025, og næstan tvífalt so nógv lýsa seg sum trúgvandi nú samanborið við fyri nøkrum árum síðani. Tað vísir árliga trendfrágreiðingin, sum hesuferð fevnir um svar frá 17.447 ungum svium.

Johanna Göransson er lívsstíls- og brúkaraserfrøðingur hjá Ungdomsbarometern, og hon hevur lagt til merkis, at nógv ung tosa ítøkiliga um persónin Jesus og ikki bara um trúgv.

– Tað er rættiliga spennandi, at fólk venda sær til ein autoriteran persón, sum kann leiða tey. Okkara ástøði er, at hetta líkist logikkinum á sosialu miðlunum og er sera persónsstýrt. Fólk eru von at lurta eftir ávísum einstaklingum á sosialu miðlunum. Tað kennist sum, at fólk varpa trúnna á sama hátt, sigur hon við SVT.

Søgulig vend 
Svenska kirkjan – sum hevði ein søguligan vøkstur í limatølunum í 2024 – váttar trendina og sigur eisini við SVT Kulturnyheterna, at ung fólk standa fyri einum stórum parti av vøkstrinum.

Z-ættarliðið verður ofta lýst sum ráðaleysir og tryggleikasøkjandi einstaklingar, og tí heldur Johanna Göransson, at kristindómurin kann lokka:

– At hava eina autoritet, ein samanhang, sum váttar, hvat tú skalt gera fyri at hava eitt gott lív, og hvat er rætt og skeivt, er helst ein góð loysn fyri mong, sum hava trupult við at stýra í hesum sjálvhjálparlandslagnum, sigur hon.

Kristin í Idol-kapping 
Songkvinnan Victoria Grace Larsson er uppvaksin í einum kristnum heimi, men hennara trúgv styrktist, tá ið mamman doyði fyri nøkrum árum síðani. Í heyst kappaðist hon í Idol og varð jaliga ovfarin av, hvussu trúgv hennara varð móttikin í almenninginum.

– Tá ið eg fór við í Idol, visti eg ikki rættiliga, hvussu tað fór at verða móttikið. Fari eg at verða løgd undir hatur, ella halda fólk, at tað er vakurt? Ella brýggja fólk seg ikki? Men eg havi bara fingið góðar viðmerkingar um mína trúgv, sigur Victoria Grace Larsson við SVT Kulturnyheterna.


Victoria Grace Larsson heldur ikki, at tað er løgið, at Jesus verður spáddur at verða “trendandi” í 2025. Hon heldur, at nógv ung kenna seg einsamøll og tóm og hava tørv á onkrum meira. Við SVT sigur hon, at nógvar ungar kvinnur venda sær til hennara og biðja um ráð.

Spurd, um hon heldur, at áhugin fyri Jesusi er ein varandi trend, svarar Victoria Grace Larsson:
– Tað kann vísa seg at vera ein trend, sum gongur yvir, men eg haldi, at tey, sum veruliga møta Jesusi og fáa lív sítt broytt av honum, fara at halda fram í trúnni.

Kelda: SVT Nyheter