Trúgv, felagsskapur og eitt lív uttan rúsevni 

Í samband við sína masterverkætlan í útbúgvingini Master i Rusmidler á Aarhus Universiteti hevur Heidi I. Tvørfoss gjørt eina spurnarkanning millum 362 ung í Føroyum í aldrinum 15-25 ár. Endamálið var at kanna, hvørji viðurskifti kunnu ávirka, um ung velja at brúka ella frávelja rúsevni. 

Úrslitini í kanningini vísa, at umleið helvtin av teimum ungu drekka alkohol, og tá tey drekka, drekka tey flestu nógv hvørja ferð. Harumframt hava 7 % av teimum ungu roynt ólóglig rúsevni, serliga cannabis. Nýtslan av bæði alkoholi og rúsevnum økist við aldrinum, og samband sæst millum nýtslu av nikotini, alkoholi og rúsevnum. Ung, sum hava sálarligar avbjóðingar ella búgva í óstøðugum familjuviðurskiftum, eru í størri vanda fyri rúsevnisnýtslu. Somuleiðis eru ungir dreingir, mest teir, sum arbeiða í handverkaravinnuni, serliga útsettir. 

Hinvegin vísir kanningin eisini, at eitt sterkt sosialt tilknýti kann virka fyribyrgjandi. Ung, sum hava eitt virkið frítíðarlív og eru partur av einum sterkum felagsskapi – til dømis ítrótti, samkomum ella øðrum skipaðum frítíðarvirksemi – hava lægri sannlíkindi fyri at brúka rúsevni. Í hesum sambandi eru tað serliga tey, sum ganga regluliga á møti, sum skara burturúr. 

LES EISINI  SUM á Skála

Møti sum ein verjandi faktorur 

Ein av mest týðandi niðurstøðunum í kanningini er, at flestu teirra, sum hvørki drekka ella brúka ólóglig rúsevni, regluliga ganga á møti. Hetta bendir á, at kristiligur felagsskapur kann hava eina fyribyrgjandi ávirkan. Gransking vísir, at religiøsir og andaligir felagsskapir kunnu stuðla undir fyribyrging, viðgerð og varandi fráhaldi frá rúsevnum, tí teir veita sosialan stuðul, fasta skipan og íblástur til eitt lív við jaligum virðum. Ein tryggur og stuðlandi felagsskapur kann skapa eina kenslu av at hoyra til og geva einum ungum menniskja eina kós í lívinum. 

Ein felagsskapur við meining 

Tey, sum ganga á møti, svaraðu eisini, at tey føla, at lívið hevur eitt endamál. At hava eitt fast tilknýti til ein trúarbundnan felagsskap kann vera við at geva sálarliga styrki og vera eitt trygt stað at venda aftur til. Hetta kann gera, at tey hava eina kós í lívinum og ikki í sama mun søkja meining í ella flýggja til rúsevni. 

LES EISINI  Fleiri enn 100 konfirmantar og ung til pizza í Meinigheitshúsinum í Havn

Hóvliga og sjáldan 

Tey fáu, sum gingu á møti og samstundis drukku alkohol, gjørdu tað í lítlum nøgdum og sjáldan. Hetta bendir á, at regluligur trúarfelagsskapur ikki bara stuðlar teimum, sum velja fráhald, men eisini hevur eina avmarkandi ávirkan á tey, sum velja at drekka. 

Týdningurin av fyribyrging tíðliga 

Úrslitini í kanningini vísa, at nýtslan av rúsevnum økist við aldrinum. Hetta kann benda á, at fyribyrging eigur at byrja tíðliga, áðrenn ung gerast meira útsett fyri ávirkan og sosialum trýsti. Ein háttur at styrkja fyribyrgingina kann vera at skapa góðar sosialar karmar frá barnaárum, har børn og ung hava møguleika at gerast partur av sosialum og kristiligum felagsskapum, sum veita stuðul, trygd og eina kenslu av meining. Tiltøk sum ítróttur, sunnudagsskúli og møti kunnu vera ein natúrligur máti at geva børnum og ungum tilknýti til ein felagsskap, sum kann hava ein jaligan leiklut í teirra lívi. Tá ung hava eitt stað at hoyra til longu frá ungum árum, kunnu tey fáa við sær sterk virðir og eitt tilknýti, sum kann gera tey betur før fyri at taka tilvitaðar avgerðir, eisini tá tað kemur til rúsevni. 

LES EISINI  Ung tosa um advent og jól

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina