SUM verður aftur leygarkvøldið

SUM verður aftur nú leygarkvøldið 18. juni kl. 20, í Meinigheitshúsinum á Skála. SUM er stytting fyri Skálafjarðar ungdómsmøti

Um heystið í 2019, vóru umboð frá ungdómsnevndunum runt fjørðin (Strondum, Skála, Glyvrum, Toftum og Rituvík), samlaði í kjallarinum í Missiónshúsinum Tabor á Toftum, at tosa um, hvussu man kundi skipa fyri nøkrum felagsmøtum.

“Endamálið við SUM er, at samansjóða fjørðin og styrkja hvønn annan í tí andaliga. At lovprísa og læra Harran betri at kenna.” – Dann Johannesen, ein av stigtakararnum

Fyrsta møtið var 18. januar 2020 í Tabor á Toftum. Á skránni var ein tala frá aðalskrivaranum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, Andrias Magnussen, ein sangframførsla frá sangbólkinum Foundation umframt felagssangur, undirhald, matur og hugni.

Ætlanin var, at hava SUM annanhvønn mánað, har missiónshúsini á skálafjørðinum skiftu um, at skipa fyri møtunum. Næsta SUM møti skuldi vera 21. mars 2020, men av orsøkum vit øll kenna til, eydnaðist hetta ikki.

Næsta SUM tiltakið var ikki aftur fyrrenn 2. oktober 2021. Hesaferð skipaðu strandingar fyri, Rógvi Danielsen av Strondum talaði.

LES EISINI  KUMPAS í 2024 – ein góð jólagáva

Nú verður SUM endiliga aftur! Hesaferð í Meinigheitshúsinum á Skála. Ragnhard Petersen, sum er dagligi leiðarin í KFS, kemur at tala. Eisini verður nógvur felagssangur og pitsa eftir møti.

Vónandi, um Guð vil, verður SUM ikki eitt árligt tiltak, men eitt tiltak sum verður nakrar ferðir um árið.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina