Stórt ungdómsmøti í Miðvági

Í gjár, fríggjakvøldið undir tvørkirkjuliga tiltakinum Samkirkjudagar vóru ung úr Gøtu, Leirvík og av Toftum bjóðað til Miðvágs at halda eitt ungdómsmøti.

Meira enn 100 ung vóru komin til bygdaskúlan, har møtið byrjaði við sangi og dansi til Guds heiður.

Jørgin Jacobsen greiddi luttakarunum frá, hvat hendir, tá Gud flytur inn í eina menniskju. Tað gjørdi Jørgin við millum annað at sipa til frásøgn Jeremia úr Gamla Testamenti um leirkerasmiðin, ið arbeiðir við leirið.

Gud sær virðið í øllum menniskjum, segði Jørgin og helt fram, at Gud ikki gevst á hond, tá vit fara skeiv og miseydnast.

Gud byrjar umaftur við okkum.

“Tess meira leirkerasmiðurin arbeiðir við leirinum, tess bleytari og betri gerst leirið. Hann reinsar tað fyri óreinskurnar. So er eisini við okkum, tá Gud arbeiðir við okkum,” staðfesti Jørgin Jacobsen.

“Vit hava tíverri ikki so mong høli, men tað hevur verið til stóran íblástur fyri okkara ung at fáa vitjan aðrastaðni frá” segði Dávid Nattestad, ið saman við øðrum skipar fyri staðbundnum møtum fyri ung í 13-17 ára aldri vesturi í Vágunum. Hann og hinir leiðararnir í missiónsarbeiðnum har vesturi standa í einum avbjóðandi arbeiði, ið onnur sera fegin mugu minnast til at taka við í forbønir teirra, staðfesti Dávid.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina