Tveir fótbóltsdystir í vikuskiftinum

Vit í heimamissiónini eiga nógv dugnalig og ágrýting ung fólk, ið bera ungdómsarbeiðini runt um í Føroyum. Serliga stuttligt er tað, tá arbeiðini møtast og skipa fyri tiltøkum saman.

Í vikuskiftinum eru tveir fótbóltsdystir á skránni. Endamálið er at samansjóða tey ungu í álvara og gaman.

Upprunin

Fyri einum ári síðani sendi ungdómurin í Missiónshúsinum á Strondum eina avbjóðing yvirum fjørðin. Tey bjóðaðu Tofta fólki av í fótbólti og Tofta fólk tóku av.
17. juni 2023 var dysturin spældur, sum eftir straffikapping endaði við einum sigri til Tabor á Toftum.

Dysturin eydnaðist væl, og var hetta ein sera góður háttur at samansjóða ungdómsarbeiðini í heimamissiónini.

Leygardagin verða tveir dystir

Aftur í ár skipa ungdómarnir fyri fótbólti, men hesaferð eru tveir dystir!

Á Strondum: Missiónshúsið á Strondum møtir Glóð (Gøtu)
Á Strondum byrjar ungdómsmøtið í missiónshúsinum klokkan 20.00 við Petur Suna Jacobsen. Eftir møtið fara øll niðan á vøllin, har tað verður dystur og okkurt gott til matna.

Á Svangaskarði: Tabor (Toftir) spælir móti Salt (Meinigheitshúsið í Havn)
Á Toftum byrja tey uppi á Svangaskarði klokkan 20.00, har Marjan Kass Nielsen hevur eina andakt. Eftir andaktina er dystur og aftaná dystin verður grill og hugni í Tabor.

Øll eru hjartaliga vælkomin – ung sum gomul.
Tørvur er á spælarum og hyggjarum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina