Fótbóltsdystur millum Glóð og UGM

Síðsta fríggjakvøld samlaðust umleið 90 ung á ungdómsmøti á Glyvrum.

Glóð, ungdómsarbeiðið úr Leirvík og Gøtu, var og vitjaði.

Kvøldið byrjaði við einum ungdómsmøti, har Andrias Magnussen hevði eina talu um kristnan felagskap.

Aftaná møti var drekka, og stutt eftir tað fóru tey flestu inn á vøllin omanfyri Glyvra skúla til fótbóltsdyst. Tað vóru tey bæði ungdómsarbeiðini, sum spældu í móti hvørjum øðrum. Bæði liðini høvdu skaffað liðblusur, men tær høvdu sama lit, so tey funnu vestar, sum liðini skiftust um at brúka.

Tað var ein undirhaldandi dystur við nógvum útskiftingum, og fokus var á at hava tað stuttligt. Dysturin endaði 12-7 til heimaliðið.

Eftir dystin var pitsa at fáa í missiónshúsinum.