HMU-lega fyri 8.-10. flokk var ein stórfingin uppliving

Frá 1.-3. novembur varð HMU-legan fyri 8.-10. flokk hildin, og hetta vikuskiftið gjørdist eitt minni fyri lívið hjá teimum ungu.

Við 130 luttakarum og umleið 60 hjálparfólkum, sum arbeiddu dag og nátt, var hetta eitt stórt og væl skipað tiltak. Høvuðsleiðararnir takka øllum leiðarunum, kokkunum, lovsangstoyminum, teknikktoyminum, forbønarfólkunum, uppvaskarunum, náttarvaktunum og SoMe-toyminum, sum øll vóru við til at tryggja at legan gekk smidliga fyri seg.

Jónvør Steinhólm var høvuðskokkurin á leguni, og saman við dóttrini, Salomu, leiddi hon eitt toymi av ungum fólki í køkinum. Hetta var ein gyltur møguleiki fyri tey ungu at læra at arbeiða í køki og at taka ábyrgd fyri matgerðini.

Talarar, sum talaðu til hjørtuni á teimum ungu

Tríggir sera dugnaligir talarar, Pól Johannessen, Bergur Debes Joensen og Ann Hermansdóttir talaðu og vegleiddu tey ungu við sínum boðskapum. Høvuðsleiðararnir vóru ómetaliga takksamir fyri teirra íkast, sum lat orðið um Guds kærleika og frelsu sleppa inn í hjørtuni á teimum ungu.

LES EISINI  Tvær ungdómsløtur á stórmøtunum

Endamálið við HMU-legunum er at vísa ungum á Jesus og at hjálpa teimum at koma nærri honum. Evnið á hesi leguni var “Rótfest í Guds orði,” sum legði dent á, hvussu týdningarmikið tað er at lesa Bíbliuna. Bíblian er staðið, har vit koma at kenna Jesus, okkara frelsara, og har vit finna sanna vegin heim til Gud.

Áhugatímar og stuttligt fyri øll

Seinna partin á leguni fingu luttakararnir møguleikan at velja áhugatímar. Fýra tímar vóru fyriskipaðir, og luttakararnir høvdu eisini møguleika at koma við hugskotum til 2 áhugatímar. Harumframt var eisini nógvur stuttleiki á skránni so sum samansjóðing, hugni og borðspøl.

Ein serlig kapping varð eisini skipað. Eitt kamar byrjaði við at eiga eitt steyp og gjøgnum leguna kundu tey ymsu kømurini kappast um at vinna hetta steypið frá hvørjum øðrum. Tey komu við avbjóðingum so sum sjómansatøk, stari-kapping, armbeiggingar, sminkukapping, spagat og aðrar avbjóðingar, ja tey vóru ótrúliga kreativ. Steypið fór runt millum ymisku kømurini, og leiðararnir hjá teimum, ið høvdu steypið, máttu bera stuttligar húgvur sum eyðkenni. Hetta gjørdi fríløturnar enn stuttligari, og tað var stuttligt at síggja, hvussu spent og íðin tey ungu vóru.

LES EISINI  Myndarøð: Novemberlegan 2019

Ein væl eydnað lega, sum setti spor

HMU-legan hesaferð varð ein stór success. Vónandi fara bæði luttakarar og leiðarar at minnast aftur á hetta vikuskiftið við gleði. Tey ungu fóru heim við nógvum góðum minnum bæði frá andaligum løtum og frá stuttligum kappingum. Leiðararnir vóna, at legan hevur givið teimum ungu nakað dýrabart at taka við sær bæði fyri lívið og fyri trúarlívið, og at tey kenna seg bæði rótfest í Guds orði og styrkt í trúnni.

Trýst á myndina...
Trýst á myndina…

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina