Gomlu profetaorðini gerast veruleiki
Summarið 1977 ferðaðist ein føroyskur bólkur til Ísraels saman við ferðaleiðarunum, Adrian Johansen og Jákup Kass.
Á heysti sama árið varð eitt møti hildið í KFUK, har tvey teirra greiddu frá um ferðina og vísti myndir fram.
Tey høvdu ma verið við Deyðahavið, ið liggur 394 m undir havsins yvirflatu. Havið er samansett av 25% salti og mineralum, men alt er fullkomiliga deytt har, tí einki livandi kann liva har, bæði í og rundanum havið. Har er altso hvørki fiska- ella plantulív í hesum havi.
Men har er eitt profetaorð í Bíbliuni, ið sigur, at áðrenn Jesus kemur aftur, fer ein fiskimannabygd at liggja við Deyðahavið, og fiskimenn fara at draga nót har og har verður hópin av fiski at fáa tá.
Hesum hava mong vantrúgvandi stuttleika sær av og gjørd gjøldur burturúr, tí tað kann jú ikki verða veruleiki. Ongin fiskur kann liva í slíkum saltasjógvi.
Vi lesa í kap. 47 av Ezekieli: ”Síðan máldi hann aftur túsund alnir, men tá var vatnið ein á, sum eg ikki kundi vaða um; tí at vatnið var so djúpt, at svimjast mátti um tað; tað var á, sum ikki var vaðandi um. Tá segði hann við meg: Mansbarn, hevur tú sæð hetta? Síðan leiddi hann meg aftur eftir áarbakkanum. Og tá ið eg kom aftur hagar, sí, tá vóru har avbera nógv trø á áarbøkkunum báðumegin; og hann segði við meg: Hetta vatnið rennur út í eysturbygdirnar og haðan oman á Árábaslættan; og tá ið tað kemur út í Deyðahavið við tí beiska vatninum, tá verður vatnið í tí heilnæmt. Og allar livandi skepnur, ið rørast allar staðir, har ið áin kemur at, skulu livna við, og tað skal verða almikið av fiski; tí at tá ið hesin streymurin kemur hagar, verður vatnið har heilnæmt, og alt fær lív, har ið henda áin kemur. Fiskimenn skulu standa fram við tí frá En-Gedi alla leið at En-Egláim; har skal vera lagamannin at kasta nót; og av fiski skal har verða ørgrynni sum í meginhavinum. ” Ez.47,5-10
Meðan hetta ferðalagið var í Ísrael fingu tey at vita, at ein byggiætlan var vorðin samtykt. Henda byggiætlan snúði seg um at grava eina veit frá Miðalhavinum og til Deyðahavið. Miðalhavið er nærum fekst vatn og av tí, at Deyðaavið liggur so lágt, so er eingin forðing fyri, at hetta feskvatn rennur yvir í hetta saltvatnið, har so eisini fiskur av ymsum slagi kann trívast.
Kanningar hava staðfest, at jørðin verður sera fruktabar, tá hon verður skolað úr. Tað sum danskarar nevna ”kløverhø”, kann eitt nú heystast 10 ferðir um árið. Um vit lesa víðari í ørindi 12 í sama kapitli, so stendur, ”… á hvørjum mánaði spretta aldin teirra av nýggjum …”
Sanniliga, Orð Guds ganga út, sama um menniskju trúgva tí elle ei.
E.Campbell umsetti