Í morgin er hvítusunnudagur

Hvítusunna er tann triðja av teimum stóru kristnu hátíðunum, og tað er kanska tann, sum er torførast at skilja. Tí hvat merkir Heilagi Andin, og hvat merkir tað, at hann kemur í heimin?

Í Ápostlasøguni kapittul 2 lesa vit um, at lærusveinarnir vórðu fyltir av Heilagum Anda, og at 3.000 fólk byrja at trúgva, at Jesus Kristus er Guds sonur. Tey gerast tann fyrsta kristna kirkjan, og tí verður hvítusunnan eisini nevnd “kirkjunnar føðingardagur”.

Heilagi Andin er fyrst og fremst tekin um nærveru Guds. Hóast Jesus ikki longur er á jørðini, er Gud framvegis nær við menniskju við Heilaga Anda sínum. Heilagi Andin er Guds kraft og tað, sum gevur kirkjuni og teimum kristnu lív.

Heilagi Andin er eisini talsmaðurin, sum Jesus lovaði lærusveinum sínum, og sum gjørdi, at teir kundu boða frá Jesusi og hansara uppreisn fyri øllum í Jerusalem og seinni kring allan heimin.

Fyltir av hinum Heilaga Anda byrjaðu ápostlarnir at boða gleðiboðskapin, um hin upprisna Jesus Messias. Andin gav teimum orð, mót og styrki! (Áps. 2,4)

LES EISINI  Hvat er hellubotnurin hjá tær

Visti tú, at… danska orðið ‘pinse’ stavar frá grikska orðinum ‘pentekoste’, sum merkir fimti (50), tí hvítusunnan fellur fimti dagar eftir páskir.
‘Hvítusunna’ verður hinvegin nýtt í bretska heiminum og Føroyum – og stavar helst frá, at hvítusunnudagur var ein stórur dópsdagur, og tí vóru kirkjurnar fullar av fólki í hvítum dópsklæðum.

Hvítusunnan var upprunaliga ein jødisk hátíð, sum tú kanst lesa um í Gamla Testamenti, til dømis í 5. Mósebók 16,9-12. Henda dagin ferðaðust jødar úr mongum øðrum londum til Jerusalems, at hátíðarhalda dagin í Templinum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina