Gud kallar enn

“Um fólk mítt, sum navn mítt er nevnt yvir, tá bønandi fellur á knæ og søkir ásjón mína og víkur frá vondu vegum sínum, tá vil eg bønhoyra tey á himni og fyrigeva syndir teirra og grøða land teirra.” 2. Krýn. 7,14.

Tað er skelkandi, at syndarinnar bikar, sum fekk aðrar siðmenningar at falla, er um at verða fylt til tromina.

Gjøgnum alla Bíbliuna tykist Gud bert at hava eitt stórt vandamál: Hansara egna fólk, sum navn hansara er nevnt yvir. Hoyra vit av sonnum, hvat Gud sigur? Lurta vit? Vit bera okkum at, sum var kallið til politikararnar. Men kallið er til Guds fólk og ikki til landsstýrið ella løgtingið. Fyri mong ljóðar tað sum fremmant mál, tá ið sagt verður, at Guds fólk er lykilin til land teirra, men lesið skriftstaðið omanfyri eina ferð afturat.

Hetta roknaðu vit ikki við. Vit hugsaðu, at tað vóru heimsins børn, sum skuldu eyðmýkja seg, biðja, søkja Guds ásjón og venda við frá sínum óndu vegum. Tað kemur sum ein skelkur fyri mong í kirkjuliðnum: “Hví vit? Tað er tjóðin, sum hevur brúk fyri at angra alt siðloysið og allan óndskapin.” Ja, men vit í kirkjuliðnum hava hin sama tørvin, bert í djúpari týdningi. Hitt ringasta er bara, at vit sjálv ikki tykjast at vera greið um tað.

LES EISINI  Hin neyðuga umvendingin

Tað er júst í hesum loyndarmálið til alla veking liggur.

Tað er greitt, hvussu kunnu vit t.d. vænta, at tey óumvendu skulu eyðmýkja seg, um vit kristnu eru stolt, tvør og stívrend? Hvussu kunnu vit vænta, at tey skulu elska Harran, um vit hava mist okkara “fyrsta kærleika”? Hvat er tað so, sum er galið? Heimsins syndir hava sníkt seg inn í kirkjuliðið. Tí má dómurin byrja við Guds húsi. (1. Pæt. 4,17) Jesus segði, at vit skulu vera í heiminum, men ikki av heiminum.

Evan Roberts, leiðarin í tí nógv umrøddu vekingini í Wales, bað ofta: “Boyggj okkum, boyggj kirkjuliðið og frels heimin.” Hetta er andans vegur í sannari veking. Viðhvørt verður sagt: “Um bert hin størsti syndarin í býnum verður frelstur, so kemur veking.” Tað er beint øvugt. Vekingin byrjar ikki hjá tí størsta syndaranum, men hjá tí mest heilaga. Tann greinin, sum longu ber ávøkst, reinsar hann, til tess at hon skal bera meira ávøkst.” Jóh. 15,2.

Finney segði eisini: “Tá ið tey kristnu av sonnum verða knúst og fara at játta syndirnar hvør fyri øðrum, tá kann vekingin væntast. Til aðrar tíðir játta tey kanska syndirnar, men á ein vanligan hátt, sum vóru tey ikki heilt ærlig. Tey kunnu gera tað við føgrum orðum, men tey meina tað ikki álvarsligt. Men tá ið menniskju av sonnum verða sundurknúst og útoysa síni hjørtu í syndajáttan, tá opnast himmalsins slúsur, og mong verða frelst.”

LES EISINI  Land, land, land! Hoyr orð Harrans!

Hvat er hent við sannføringini um synd? Hvat er hent við okkara bønamøtum – eyðkennið fyri eina og hvørja stóra veking? Er tað komið so vítt, at vit rokna við umvending uttan sannføring um synd og veking uttan bøn? Hvussu kunnu vit vænta, at ein tjóð skal biðja, um tey kristnu í hesi tjóð svíkja ella heilt gevast við bønamøtunum? Við koyrlinum í hondini reinsaði Jesus templið tvær ferðir, og við einum ídni, sum var um at tæra hann, rópti hann: “Hús mítt skal nevnast eitt bønhús.” Matt. 21,13. Í dag eru bønamøtini hjá kirkjuliðnum tey vánaligast vitjaðu.

Í allari sannari veking er bønin av avgerandi týdningi. John Wesley segði: “Allir Guds gerningar eru virkaðir gjøgnum trúarinnar bøn.” Og D. L. Moody segði tað so væl: “Eitt og hvørt verk av Gudi kann førast aftur til okkurt biðjandi menniskja.” Veking er fødd gjøgnum bønamøtir, og hon fer at halda á at verða stýrd gjøgnum bøn. Kirkjuliðið í Jerusalem er okkara fyrimynd. Tey luttóku “øll samhugað og áhaldandi í bønini.” Áps. 1,14. Í einari bíbliukommentar verður sagt viðvíkjandi hesum versinum: “Uttan slíka sameinda, eyðmjúka bøn er eingin veking nakrantíð komin, og eingin veking hevur nakrantíð hildið á uttan framhald av slíkari bøn.

LES EISINI  VEL JESUS ...

Vit kunnu uppliva veking, uttan at prædika hevur verið, men ongantíð uttan at biðið hevur verið. Tað vísir hvítusunnan okkum. Tað er við okkum, sum við kirkjuliðnum í Laodikeu, vit eru hvørki heit ella køld. Opb. 3,16. Hitt ringasta av øllum er, at vit ikki sjálv eru greið um okkara fátækdóm. Við kirkjuliðið í Laodikeu, sum ikki visti, at tað var fráfallið, segði Jesus, at tað var “vesælt og eymt og fátækt og blint og nakið. “ Tað sama sigur hann við okkum. Tíðin er stutt, og tørvurin ómetaligur. Lurta vit eftir Guds kalli? Tíð er at vakna upp og søkja Harran, til hann letur vekingarregnið falla.

Effie Campbell umsetti.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina