Við Meistaranum í ódnini
Nógv harðveður og nógvar ódnir møta okkum í lívinum, og so kemur spurningurin, um ”stóri Meistarin” er við okkum. Tað hevur hann lovað: ”… Harrin er við tykkum, um tit eru við honum, og um tit søkja hann … ” 2.Krýn.15,2
Í Markus 4,37-41 lesa vit um Jesus og lærusveinarnir í óveðrinum: ”Og harðveður brast á, og aldurnar skolaðu inn í bátin, so at báturin var um at fyllast. Og sjálvur lá hann í bakskutinum og svav á einum kodda; og teir vekja hann og siga við hann: »Meistari, leggur tú ikki í, at vit ganga burtur?« Og hann fór upp og hótti at vindinum og segði við vatnið: »Tig, ver kvirt!« Tá makaði í vindinum, og tað varð blikalogn. Og hann segði við teir: »Hví eru tit so ræddir? Hava tit enn onga trúgv?« Og teir óttaðust stórliga og søgdu hvør við annan: »Hvør er tá hesin, at bæði vindur og vatn eru honum lýðin?« ”
Eftir Jesu orðum gjørdist blikalogn beinanvegin. Men hann gjørdist keddur og syrgin og undraðist yvir, at lærusveinarnir gjørdust so óttafullir og at teir onga trúgv høvdu. Teir høvdu enn ikki heilt lært at kenna Jesus og søgdu tískil til hvønn annan: ”… »Hvør er tá hesin, at bæði vindur og vatn eru honum lýðin?«”
Ja, hvør er hann, sum grøddi sjúk, vakti deyð upp frá teim deyðu, mettaði fólk í túsundatali í oyðimørkini og fekk stormar at leggja seg. Hvør er hann fyri hvønn, einki er ógjørligt ella trupult? Hann er Jesus Kristus, sonur Guds, sum var við til at skapa Himmal og jørð og allar lutir. Tað er tí, hann kann koma okkum á møti og hjálpa okkum í allari neyð. Eitt orð frá honum og tað verður ”blikalogn”.
Saman við Jesusi upplivdu lærusveinarnir tað eina unduri fyri og annað eftir, og tey, ið fylgdu honum, høvdu funnið út av, at hann svarar upp á bønir og hjálpir í øllum vanda. Tey ið líta á hann vitna ferð eftir ferð um, at tað er tryggast at vera á trúarinnar vegi.
E.Campbell umsetti