Samkoman er eitt verkstað

”Men tit skulu fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini.« ”
Áps. 1,8

 

Samkoman er eitt arbeiðspláss. Hetta orðatiltak stavar frá trúboðaranum, Eli Bøgh. Hann skrivaði í sínum fyrsta brævi til Santalblaðið, at eftir at hann var komin til India, at tað gav honum styrki og orku at hugsa um og rokna við øllum teim mongu ”verkstøðunum” runt um í hansara egna heimlandi, sum arbeiddu við gerning Guds har úti. Antiokia verður umtalað í Orði Guds sum eitt slíkt ”verkstað”.
(Áps.13,1-3 og 14, 26-27)

 

Um tað bert kundi fest seg í hjørtu okkara, at ein sonn samkoma er eitt verkstað, har Gud arbeiðir, og har eg eri settur í tænastu hans. Jóh.5,19-20. Jesus kundi gera tað, Faðirin vísti honum, so mugu eisini vit halda okkum nær Gudi og tæna honum.

 

Hvat skulu vit tá arbeiða við í Guds verkstaði? Vit eiga at byrja við okkum sjálvum og tí, sum er at gera í okkara nærumhvørvi. Ein setningur ljóðar so: Heimamissiónin er tann fyrsta, men Heidningamissiónin er tann størsta.

 

Men um vit falsleyst og satt skulu kunna arbeiða við á tí størsta, ja so mugu vit vera gripin av tí. Ert tú gripin so djúpt av Kristi, at tú hevur neyð fyri ríkissøk hansara: ”… Um alheimin veri tín dýrd! ” Sálmur 57,6

 

Hevur tað skakað sál tína, at heidningarnir eru uttan Gud og uttan vón í hesu verð – uttan Gud og uttan vón í lív og deyða! Hevur tú hoyrt skríggið frá teim mongu milliónunum, ið búgva í Kina?

 

Og hevur tú lisið testamenti Guds: ”at heidningarnir eru samarvingar og samlimir og samluttiknir í fyrijáttanini í Kristi Jesusi við gleðiboðskapinum, ” Ef.3,6 Torir tú at halda fast um arv teirra? Torir tú at forða tystandi sálum krossins lívssæla heilsugevandi keldustað? Tað liggur á okkum at luta henda arv við tey!

 

Lat okkum í lýdni taka ímóti Guds boðum: ”… tit skulu verða vitni míni … líka til ytstu endamark á jørðini.« ” Áps.1,8

 

Øll kunnu ikki fara avstað sum trúboðarar, men so kunnu vit stuðla arbeiðnum við okkara peningi og ikki minst við okkara forbønum. So eru eisini vit samstarvsfólk í verkstaði Guds.

E.Campbell umsetti