Sangfagnaðurin: Tað tók 2 minuttir so var fullteknað
Tilmeldingin til sangfagnaðin 2025 lat upp kl. 18.00 í gjár.
Eftir 2 minuttir var longu fullteknað.
Sagt verður úr Nesvík, at nógv eru á bíðilista. Nú royna tey at fáa pláss fyri teimum eisini.
Tað hevur verið sera stórur áhugi fyri at luttaka í Sangfagnaðinum, sum verður í døgunum 14.-16. oktober.
Sangfagnaðurin er ein serlig lega, sum er fylt við sangi og tónleiki, og sum endar við at børnini hava tvær stórar konsertir í høllini í Nesvík. Umframt sangvenjingar við dugnaligum kórleiðarum, eru eisini ymist virksemi og undirhald á skránni, sum vit kenna tað frá flestu legum.
Sangfagnaðurin er 16.-18. oktober 2025, hósdag til leygardag í heystfríðtíðini. Legan er fyri øll sum ganga í 3.-7. Flokki.
Tvær konsertir við sangfagnarkórinum verða leygardagin 18. oktobur. Atgongumerkini til konsertirnar verða lýst til sølu seinni.