At banna

„Tá sigur Jesus við hann: »Vík frá mær, Sátan! Tí at skrivað stendur: »Harran, Guð tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina.«« “
Mat.4,10

 

 

At ákalla djevilin er ósømilig og sjálvsagt ein synd mótvegis Gudi, mótvegis einum sjálvum og teimum, ið lýða á.

 

Tað hendir, at vit hoyra tað bæði út- og sjónvarpi. Har ljóðar tað meira óhóskandi enn nakra aðrastaðni. Og líka skeivt er tað, tá størri børn læra tey smáu at ákalla djevilin. Foreldur og skúlar hava í hesum sambandi eina ómetaliga stóra ábyrgd at ansa eftir, at ongin verður upplærdur í hesum. Vit mugu minnast til, at tað at ákalla hin ónda er tað sama sum at tæna honum. hann gleðir seg um tað. Nei, Jesus sigur týðiligt og greitt, hvør tað er, vi eiga at ákalla, tæna og tilbiðja.
EC ums.