Christmas Child eskjurnar 2025

Í mong ár hava føroyingar verið sera raskir at sent skógvaeskjur til børn kring heimin.

Ofta eru eskjurnar farnar til lond í eystara parti av Europa s.s. Rumenia og Ukraina.

Aftur í ár fara vit at senda Christmas Child eskjur av landinum seinast í oktober mánaða. Christmas Child í Føroyum arbeiðir saman við Christmas Child í Onglandi.

Úr Onglandi hava vit fingið at vita, at eskjurnar í ár verða sendar til øki í heiminum, har kristin verða atsøkt fyri sína trúgv, og hesa ferð verða tær sendar til Vesturafrika og Asia.

Seinasta freist at lata eskjurnar inn, er 25. oktobur.

Í fjør fóru 3563 skógvaeskjur úr Føroyum, fyltar við kærleika og góðum gávum, til børn í krígsherjaða Ukraina.

Vit vóna, at tað fer at eydnast okkum at senda nógvar eskjur av landinum aftur í ár, skrivar Christmas Child á heimasíðuni.

LES EISINI  Skjótt fer Christmas Child aftur at savna skógvaeskjur inn – í ár fara tær til Moldova
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina