Sjómanskvinnuringar vitjaðu Navigare

Týskvøldið 16. septembur hevði reiðaríið Navigare í Søldarfirði vitjan av fimm sjómanskvinnuringum. Teir vóru ringarnir í Æðuvík, Rituvík, Søldarfirði, Glyvrum og á Toftum, og umleið 65 kvinnur vóru við.

Fleiri grundir vóru fyri, at kvinnurnar ynsktu at vitjað reiðaríið. Tað liggur í økinum, og teir, sum hava myndað tað, eru fólk kvinnurnar kendu og kenna. Harafturat eru fleiri av skipunum hjá teimum deild út á hesar ringarnar at biðja fyri.

Skipini hjá Navigare hava ikki stórar manningar, og tí eru messurnar ikki stórar. Tey sigla nógv uttanlands og eru sjáldan í Føroyum og tá er stuttur steðgur. Tí er tað ikki einfalt hjá ringunum at vitjað umborð.

Tí kom hugskotið, um tað var gjørligt hjá ringunum at vitjað reiðaríið, og har hoyra søguna, hvussu gongur hjá skipunum og møguliga síggja myndir av teimum skipum, tær biðja fyri.

Tá stjórin í Navigare, Álvur Højgaard, fekk fyrispurningin um vitjan, svaraði hann ja, við tað sama. Ringarnir skuldu verða hjartaliga vælkomnir.

LES EISINI  Sjómanskvinnustevnan framskundað eina viku

Vitjanin var ein stór og góð uppliving, bæði fyri kvinnurnar og fyri reiðaríið. Á skránni var sangur, bøn og andakt við Jákupi Jakobsen. Álvur greiddi frá søguni hjá reiðarínum, frá skipunum og tær áhugaverdu ætlanum, teir arbeiða við.

Síðani bjóðaði Navigare ein góðan drekkamunn. So var møguleiki at síggja seg um inni á reiðarínum áðrenn enda varð við bøn og sangi. Møguleiki var eisini at lata eina gávu til Sjómansmissiónina.

Kvinnurnar vóru sera væl nøgdar við vitjanina og við gestablídni. Kvøldið var øðrvísi enn vanligt, og harafturat ger tað arbeiðið hjá ringunum meiri viðkomandi og áhugavert.

Takk til Navigare við ynskjum um Guds signing!

Álvur Højgaard sigur í stuttari heilsan:

– Vit eru sera fegin um, at vit fingu høvið at bjóða Sjómanskvinnuringunum á gátt týskvøldið. Tað var hugaligt at hoyra, hvussu áhugaðar kvinnurnar vóru, og hvussu væl tær tóku undir við tí, sum vit gera.

Eg fekk eitt gott prát við nógvar av kvinnunum, um tað megnar arbeiði tær gera fyri okkara sjófólk. Vit fingu handað eina vakra gávu, og Sólborg í G. Bøgesvang bar fram eina heilsu.

LES EISINI  Sjómanskvinuringur vitjaði umborð á Bakkafossi

At enda takkaði Joanna Hansen fyri møguleikan at vitja, og legði afturat, at kvinnuringarnir biðja fyri manning og skipum, tá sjómanskvinnuringarnir koma saman. Tað eru vit sera takksom fyri og ikki minst fyri alt tað stóra og trúgva arbeiði, sum hesar kvinnur gera fyri okkara sjófólk.

Eg siti eftir við takksemi og gleði um, at vit fingu savnað hesar dugnaligu og hjartagóðu kvinnurnar til eitt serliga hugnaligt kvøld hjá Navigare.

Sí myndir her…

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina