Navn Guds
„Endurloysing hann fólki sínum sendi, hann sáttmála sín hevur skipað um ævir; heilagt og øgiligt navn hans er. “
Sálmur 111,9
Vit eiga at vísa navni Guds virðing og sóma. Hetta navnið eigur aldri at verða nevnt í gáloysni. Sjálvt tá ið vit biðja eiga vit at halda okkum frá at endurtaka tað óneyðuga ofta.
„ … heilagt og øgiligt navn hans er. “ Sl.111,9
Tá einglarnir nevna tað fjala teir andlit teirra(Jesajas 6) Hvør mikið áttu vit syndigu og falnu menniskju so ikki eisini at víst virðing og sóma fyri hesum navni, tá tað kemur um okkara varrar.
Mong okkara ákalla navn Guds uttan har hjá Honum at hava nakað ørindi. Vit gera tað bert í gáloysni og uttan at hugsa nærri um tað. Vit misnýta heilaga navn Hansara hóast Skriftin sigur: „Tú mást ikki misbrúka navn Harrans, Guðs tíns, tí at Harrin sigur ikki tann ósekan, ið misbrúkar navn hans.“ 2.Mós.20,7
EC