Bøn í Jesu navni

„Og tann dagin skulu tit ikki spyrja meg um nakað. Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Hvat tit so biðja faðirin um, tað skal hann geva tykkum í navni mínum. “
Jóh.16,23

 

 

Av og á, tá eg komi at hugsa um, hvussu dýrabart Jesu navn er fyri Gud, og hvussu nógv Gud gleðist yvir at gera nakað, ið kann æra og hevja upp navn hansara, so gerist eg djarvur og biði Gud um nógv.

 

Ert tú klárur yvir, at vit æra navni Jesu Krists við at biðja um nógv í hesum navni? Vit skulu hava trúgv uppá kraftina í hesum navni og biðja um nógv í hesum navni.
E.Campbell umsetti