Frelsa frá synd
„Og hon skal føða ein son, og Jesus skalt tú kalla navn hansara, tí at hann skal frelsa fólk sítt frá syndum teirra.« “
Matt.1,21
Jesus varð av himmalska Faðir sínum sendur oman til jarðar fyria bjarga menniskjum frá syndum teirra. Tað gevur onga meining at kalla seg kristnan, um tú heldur fram at liva í syndini, tí tá ert tú ein syndari.
Men um tú vilt verða frelstur, ja so mást tú koma til Guds, angra tað ónda, tú hevur framt so nógv av, at tú ynskir at lata vera við tí, tá fyrigevur Gud tær fyri Jesu skuld og tekur syndina frá tær.
Um tú heilt og fult trýr, at Jesus doyði á krossinum, eisini fyri teg og tínar syndir, tá hendir eitt undir í tínum hjarta, so tú verður eitt nýtt menniskjað.
Ein livandi trúgv er ein gáva frá Gudi – tað kann samanberast við elektriska orku – og við hesi kemur tú í samband við Himmalin og verður eitt Guds barn, ið sigrar á syndini.
Tað var fyri at geva okkum eina slíka frelsu, at Jesus gav sítt lív á krossinum. Hvussu álvarsligt, Gud metir syndina vera, ja tað skilja vit, tá vit gerast greið um, at Jesus á krossinum tók okkara synd á seg. Tað tað skal áhaldandi og innilig bøn til fyri at verða frelstur, tað sigur Jesus okkum í Bíbliuni, har tað stendur skrivað: „Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum. “ Matt.7,7
Mong menniskju eru upp gjøgnum øldirnar vorðin frelst, av tí, at tey vóru hesum orðum frá Jesusi lýðin.
E.Campbell umsetti