Tryggur í Jesu ørmum

”Og hann tók tey í favn og legði hendurnar á tey og vælsignaði tey. ”
Markus 10,16

 

Fanny Crosby var borin í heim í New York og livdi í árunum 1820-1915. Bert seks vikur gomul misti hon sjónina og var blind restina av lívi sínum. Sum 12 ára gomul fór hon á ein blindaskúla, har hon eisin varð verandi tey fylgjandi 23 árini, fyrst sum næmingur og seinni sum lærari.

 

Fanny Crosby smíðaði meir enn 2.000 sangir. Tann ávirkan Lina Sandell fekk á norðurlond fekk Fanny Crosby fyri tey ensktalandi londini.

Sangurin ”Tryggur í Jesu ørmum” varð smíðaður 30.apríl 1868. Fanny greiðir frá, at henda ávísa dag vitjaði ein kendur tónleikari hana, sum kallaðist W.H.Doane.

 

Hann kom við einum nýggjum lagi, ið vantaði tekst. Tá hann spældi sangin fyri henni, segði hon: ”Hetta lagið sigur: Tryggur í Jesu ørmum.”

 

Eftir einari løtu fór Fanny út fyri at vera í friði fyri seg sjálva. Hon mintist eina hending, hon hevði hoyrt tveir dagar áðrenn hetta. Á eini gøtu í New York, ið ýddi av fólki var eisini ein mamma við barni sínum, sum komu inn í hesa mannamúgvu. Í hesum stóra hurlivasa viltist barnið burtur frá mammuni og fór at gráta ógvusliga og var heilt ótroystiligt líka inntil tað aftur lá í favninum á mammuni.

Í ørmunum á mammuni kendi barnið seg aftur fullkomiliga trygt. Henda lítla gerandishending gjørdist ein mynd fyri Fanny Crosby, hvussu menniskju bert kunnu kenna seg trygg á einum ávísum stað, nevniliga í Jesu ørmum!

 

Tjúgu minuttir seinni handaði Fanny tónleikaranum tekstin til lagið, ”Tryggur í Jesu ørmum.” Dóane skrivaði hann alt fyri eitt og upprunaligi teksturin er ongantíð vorðin broyttur síðani.

 

Tú kanst hoyra sangin á enskum á fylgjandi leinkju: Tryggur í Jesu ørmum

E.Campbell umsetti