Bert eitt orð um Jesus

”Tað orðið er satt og til fulnar tess vert, at tikið verður við tí, at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar, og teirra millum eri eg fremstur; ”
1Tim.1,15

 

Niðurlagið í einum av sálmum Fanny Crosbys ljóðar:

Bert eitt orð um Jesus
Tað hjálpir okkum á vegnum

Eitt orð um Jesus
Áh, tala, ella syng, ella bið!

Ja, tað er so satt, sum tað er sagt. Um vit siga eitthvørt um Jesus, so kann tað verða til frelsu fyri onkran, ofta eisini uttan at vit vita nakað um tað.

Soleiðis var tað eisini við ensktalandi Spurgeon. Hann skuldi halda ein prædiku í Crystal Castle í London fyri eini risa mannamúgvu. Áðrenn hann skuldi live á pallin vildi hann eftirkanna, hvussu hansara rødd fór at hoyrast í hesum risa sali. Dagin fyri prædikuna fór hann inn í salin, fór upp á pallin og segði hart og týðiliga fylgjandi: ”Tað orðið er satt og til fulnar tess vert, at tikið verður við tí, at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar, og teirra millum eri eg fremstur; ”

Spurgeon endurtók hesi orð tvær reisir og fór síðan heim aftur. Hann var sannførdur um, at áhoyrararnir fóru at hoyra hann.

25 ár eftir hetta varð eitt av starvsfólkunum hjá Spurgeon biðin koma á vitjan hjá einum gomlum arbeiðara, ið lá til tað síðsta.

”Ert tú til reiðar at doyggja?” spurdi prædikumaðurin.

”Ja, Gud havi lov,” svaraði sjúklingurin glaður, og so fór hann at greiða frá, hvussu hann var vorðin umvendur, og andlit hansara lýsti av gleði.

”Eg var ein dugnaligur tekkari, ið arbeiddi við at leggja blýtak. Fyri mongum árum síðani arbeiddi eg undir kuplinum á Krystalborgini. Tá var eg ikki trúgvandi. Eg livdi mítt egna lív uttan Gud og uttan vón. Eg helt eg var einsamallur í bygninginum, men tá hoyrdi eg klárt og týðiliga eina rødd, ið eg nærum helt koma av himni, ið segði: ”Tað orðið er satt og til fulnar tess vert, at tikið verður við tí, at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar, og teirra millum eri eg fremstur; ”

Hesi orð sannførdi meg um, at eg var ein syndari, og at Gud er náðigur. Eg lærdi at lýta á Jesus í trúnni, og frá hesum degi at rokna havi eg bygt alla mína vón upp um frelsuna í honum.”
E.Campbell