Rætta valið

”Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað; tí at trongt er portrið, og mjáur er vegurin, ið førir til lívs, og fá eru tey, ið finna hann. ”
Matt.7,13-14

 

Hvønn dag standa vit yvirfyri einum vali. Skulu vit velja hetta ella hatta. Tá vit eru til handils, tá er spurningurin ofta: hvat hevði verið best at keypt nú, bíligast ella dýrari og betur?

 

Men vit hava eisini løtur, har vit standa yvirfyri spurningum og valum, ið hava nógv størri týdning og sum kunnu hava avgerandi avleiðingar fyri okkum, um ikki vit velja rætt. Gud hevur givið okkum valið at ganga breiða vegin, ið leiðir til glatan og helviti, ella vit kunnu velja smala vegin, ið leiðir til himmals. Har er ”ongin millumvegur”, sum tað ofta verður hildið uppá. Her er tað eitt antin – ella.

 

”Men hvussu kann eg vita, hvat er rætt?” siga mong. ”Vit hava so nógvar átrúnaðir og so nógvar ymsar kristnar kirkjur. Hvussu kann eg vita, hvør av hesum hava ta røttu læruna?”

 

Jesus segði við Pilatus: ”… ein og hvør, sum er av sannleikanum, hoyrir rødd mína.« ” Jóh.18,37

Pilatus segði tá við Jesus: ”… »Hvat er sannleiki?« …” ørindi 38.

Hann stóð í roynd og veru yvirfyri honum, ið segði: ”… »Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær. ” Jóh.14,6, men ”… Pilatus vildi gera mannamúgvuni til vildar …” Mark.15,15, og tí gav hann Jesus til mannamúgvuna at verða krossfestan. Og meðan hann(Pilatus) ” … sat í dómarastólinum, sendi kona hansara boð til hansara og segði við hann: »Fást tú ikki við henda rættvísa mannin, tí at eg havi útstaðið nógv í dag í einum dreymi fyri hansara skuld.« ” Matt.27,19

Gud hevði ávarað hann, og fleiri ferðir hevði hann(Pilatus) sagt við mannamúgvuna, at hann ikki fann nakra søk hjá Jesusi, og kortini valdi landspartaleiðarin tað skeiva. Hann óttaðist meira at fara ímóti mannamúgvuni enn at fara ímóti vilja Guds.

 

Øll kunnu finna Gud við at søkja Hann av heilum hjarta. Hetta stendur í Jer.29,13 og í Matt. 7,7. Jesus sigur til okkara: ”… leitið, so skulu tit finna …”

 

Tí er ongin umskyldningur ella orsøk til at velja ta skeiva. Gakk tí hin smala vegin, ið leiðir til Himmals.
Effie Campbell umsetti