Avgudar
„Latið tykkum í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at standa ímót sniðlopum djevulsins. “
Ef.6,11
Vesturheimurin bar kristindómin til Afrika, har fólkið dýrkaði gudar, gjørdir úr træi, gulli, silvuri o.s.fr. – Nú dýrka vesturlendingar sjálvir bæði gull, silvur og tílíkt. Teir eru so upptiknir av at vinna pening og keypa sær ymsar “lutir”, at eingin tíð verður til Gud. Alt tað, tú metir hægri enn Harran, hevur tú sum avgud.
e.c. Ums.
Edvard Poulsen

