Ikki langt burturi, men her

„Tí eiga tit at biðja soleiðis: Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt, verði vilji tín sum í himli so á jørð; “
Matt.6,9-10

 

Menniskju hava lyndi at stremba eftir tí, sum tey ikki røkka framat, men tey gloyma tað, sum liggur fyri fótunum á teimum. Tey, sum búgva á bygd, vilja sleppa inn til býin, og tey í býnum vilja sleppa út á bygd, lærarin prísar fiskimannin sælan, meðan fiskimaðurin øvundar honum o.s.fr.

 

Menniskju hava ilt við at festa røtur í tí jarðarteiginum, har tey eru gróðursett. Tey hava lyndi at ynskja sær at sleppa onkra heilt aðrastaðni, til at verða umplantað. Men verða tey ikki nøgd har, sum tey nú standa, verður torført at verða nøgdur nakrastaðni.

 

Ein planta má hava frið. Um hon í heilum verður flutt úr staði í stað, gerst hon sjúk og kemur ongantíð at bera ta fruktina, hon var ætlað til. Somuleiðis er við menniskjum, sum fjakka stað úr staði, av tí at tey halda, at vakstrarlíkindini eru betri eina aðrastaðni, at grasið er grønari hinumegin garðin, at lukkan altíð er langt burturi. Tey fáa ongantíð tað burtur úr lívinum, sum var ætlað teimum.

 

Tað er her og nú, vit skulu søkja eydnuna. Tað er her í heimi okkara, umgyrd av okkara kæru, her í gerningi okkara, sum bíðar okkum hvønn morgun, her í teimum umstøðum, sum eru okkum vælkend, tað er her, at vit skulu festa rót, bera blómur og frukt til gleði bæði fyri hini, vit liva saman við, og fyri okkum sjálv.

 

Eydnan er ikki at finna langt burturi, men beint fyri fótunum á okkum, um vit annars ganga við opnum sinni og eygum. Tað er her, at vit finna allar tær smáu gleðirnar, sum gera lívið ríkt hja okkum – barnsins spæl og smíl, hugnin og kvirran í heiminum, tað sama arbeiðslagið dag um dag, náttúran, sum broytist í heilum, blómurnar fram við vegjaðaranum, sátíð og akurskurðartíð, alt tað, sum gerst ríkari og ríkari fyri okkum, jú meira vit hugsa um tað og gerast kunnug við tað. Tá verður einki pláss fyri øvund, men bert takk fyri Guds góðsku móti okkum dag frá degi.

E. Campbell umsetti.