Fylgja vit fjøldini?

Tað er menniskjansligt at fylgja fjøldini og velja tann vegin, har vit møta minst mótstøðu. Ein hvør sum helst gamal, hálvrotin træbulur kann flóta við streyminum, men harafturímóti krevst satt dirvi at taka avgjørda støðu fyri tí, sum er rætt, og samstundis fara ímóti øllum tí, sum er skeivt nú á døgum, har tað so ofta verða gjørdar neyðsemjur, tá ið ræður um verðsligheit, fráfall og vantrúgv.

 

Latið okkum í hesum sambandi minna hvøn annan um, at kvøldið fyri krossfestingina vóru tað fýra ymiskir flokkar av fólki í Getsemane urtagarði. Matt. 26,36-37.

 

1. Jesus – einsamallur í bøn. 2. Teir tríggir lærusveinarnir – sum Harrin tók við inn í urtagarðin. 3. Teir átta lærusveinarnir – við inngongdina. 4. Morðliðið – sum nú nærkaðist. Vit síggja av hesum, at jú longur burtur, teir vóru frá Harranum, jú størri var flokkurin.

Flóta tú og eg við streyminum, so mongdin rívur okkum við, ella standa vit føst sum Jósva og siga: „ … men eg og hús mítt vilja tæna Harranum!« “
(Jósva 24,15) Vit mugu velja, tí: “Eingin kann tæna tveimum harrum.” (Matt. 6,24)

Judas seldi Harran fyri tríati silvurpengar. Hvat selja tú og eg hann fyri? Pengar? Vinir? Eitt gott starv? Fyri at vera væl umtókt?

Tann, sum í dag ynskir at liva eitt innvígað og heilagt lív, verður mettur sum gamalsligur og púra farin av lagi viðvíkjandi tíðini, harumframt verður hann skuldsettur fyri at vera trongskygdur.

 

Men okkara signaði Frelsari, Harrin Jesus, er upphavsmaður til tann smala vegin. (Matt. 7,13-14) Satan sjálvur er upphavsmaður til hin breiða vegin, og tá ið tú hoyrir menniskju rósa sær av teirra frælslyndi og tollyndi, kanst tú sum oftast skilja, hvørjum vegi tey ganga á.
E. Campbell umsetti