Er djevulin til?

„Tá sigur Jesus við hann: »Vík frá mær, Sátan! Tí at skrivað stendur: »Harran, Guð tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina.«« “
Matt.4,10

 

Mong tykjast at hava torført at trúgva, at djevulin av sonnum er til. Kristus ivaðist ikki í tí. Fyri honum er djevulin ein veruligur, ítøkiligur persónur, og tað var hann eisini fyri allar rithøvundanar, sum skrivaðu Bíbliuna.

 

Tað er ikki neyðugt at síggja okkurt fyri at vita, at tað er til. Vit síggja ikki vindin; men vit síggja avleiðingarnar av honum, og tað hendir, at hann leggur eftir seg óbøtiligar fylgjur. „Vindurin blæsur, hvar sum hann vil, og tú hoyrir dunið av honum; men tú veitst ikki, hvaðan hann kemur, og hvar hann fer; soleiðis er tað við einum og hvørjum, sum er føddur av andanum.« “ Joh.3,8

 

Júst soleiðis er tað við djevlinum. Avleiðingarnar av arbeiði hansara síggjast allastaðni í hesum heimi. Tey, sum vraka tankan um djevulin og kalla hann “barnatvætl”, hava størri møguleiki at verða lumpað.

E. Campbell umsetti