Náðin

”Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guðs gáva; ”
Ef.2,8

 

Skulu vit fáa Guds náði yvir lív okkara, mugu vit rætta okkum eftir orði hansara. Tá gevur hann okkum náði at liva, sum kristin eiga at liva her á jørð, so vit ein dag kunnu koma heim til himmals.

Summi fólk halda, at náðin loyvir okkum at halda á í syndini og so kortini fáa fyrigeving og atgongd til himmalin; men sum Guds náði er púra øðrvísi. Hon ger okkum før fyri at sleppa allari synd, fáa fyrigeving og gera Guds vilja.

Men náðin er jú óuppiborin! Tað skilja vit, tá ið vit í sannari syndajáttan biðja Gud um fyrigeving fyri syndir okkara og vilja gevast við teimum. Tá fáa vit fyrigeving, í tí løtuni vit trúgva, at Jesus á krossinum tók okkara revsing á seg, og tá kunnu vit av sonnum siga: “Eg bleiv frelstur, tá ið eg leit at Guds bløðandi lambi. Eg bleiv frelstur, tá ið eg trúði á hann.” Á tann náði!

E. Campbell umsetti.