Missiónsvika í Miðvági 

Hesa vikuna 26.-30. november er missiónsvika í Miðvági, har evnið er ‘Legg byrðuna!’. Hetta er ein serstøk missiónsvika, tí leygardagin verður eisini hátíðarhildið, at missiónshúsið í Miðvági fyllir 90 ár.

Skráin fyri missiónsvikuna

  • 26. nov. kl. 20: Møti. Ólavur Jacobsen, trúboðari, talar.
  • 27. nov. kl. 20: Møti. Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, talar.
  • 28. nov. kl 20: Møti. Kartin Høgnesen, ungdómsráðgevi, talar og Magni Christiansen syngur. 
  • 29. nov. kl. 14: Níti ára hátíðarhald við talu, sangi, heilsanum og søguligari kunning. Barnakórið tekur lut.
    • Kl. 16: Jólatræið á Tungu verður tendrað. Eisini her verður níti ára haldið markerað við barnakóri og kunning um húsið.
    • kl. 18: Náttverði í Missiónshúsinum.
    • kl. 20: Møti. Jákup Brúsa, aðalskrivari  hjá Heimamissiónini, talar. Kórið hjá KFUM & K í Klaksvík syngur.
  • 30. nov. kl. 14: Sunnudagsskúli í Missiónshúsinum í Miðvági.
    • Kl. 18: Felagsmøti í Saron í Sandavági. Elsa Østergaard talar. Sjónvarpið tekur upp.

Aftaná møtini verður drekkamuður. Øll eru vælkomin. 

LES EISINI  Ein sera góð missiónsvika í Haldórsvík
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina