Nýtt ungdómsmøti á Sandoynni
Fýra ung tóku stig til at byrja ungdómsmøti hjá Heimamissionsungdómi á Sandoynni. Tey saknaðu eitt stað, har ung á oynni kundu hittast um trúgv og felagsskap.
Tað byrjaði við einum sakni. Á Sandoy manglaði eitt stað fyri tey ungu – ein felagsskapur, har ein kundi hittast, tosa um kristnu trúnna og vera saman.
Nøkur ung gjørdu tí av at byrja ungdómsmøti í oynni
Trý av teimum – Dina Havsteinsdóttir Klein, Hildur Clementsen og Cathrina av Kák – greiða frá arbeiðinum, sum síðani hevur fingið nógv ung at savnast um trúnna.
– Tað byrjaði soleiðis, at vit vóru fýra gentur, sum vildu byrja at hava ungdómsmøti her á Sandi, tí tað manglaði stórliga, okkurt til tey ungu at ganga til, siga tær.
Tær løgdu merki til, at fá ung komu til sunnudagsmøtini í missiónshúsinum, og at børnini í sunnudagsskúlanum vóru sera smá. Tí vildu tær skapa eitt stað, har tey eldru ungu eisini kundu kenna seg heima.
– Hetta hevði ein størri týdning enn bara tað, at tey hava okkurt at ganga til – men at tey verða møtt akkurát har, sum tey eru.
Ein felagsskapur tekur skap
Tey fyrstu ungdómsmøtini vórðu hildin í fjør, heima í stovunum og í missiónshúsinum. Tey ungu skipaðu sjálvi fyri andakt, lovsangi og kaffi. Men skjótt gjørdist tað greitt, at nógv av teimum, sum luttóku, vóru sera ung.
– Vit sóu, at hetta helt teimum eldru ungu aftur í at koma, fortelja tær.
Í ár valdu tær tí at broyta aldursmarkið til 7. flokk og eldri, og byrjaðu at vitja næmingar á Meginskúlanum fyri at bjóða teimum við til møtini.
Tá fyrsta møtið í ár varð hildið heima hjá Hildur Clementsen, komu nógv fleiri enn væntað.
– Tey vóru umleið 45 ung, og vit noyddust at finna fleiri stólar. Fyri okkum var hetta eitt yvirraskilsi – hetta var nakað, vit høvdu biðið fyri leingi.
Skráin er løgd soleiðis til rættis, at tey møtast tríggjar ferðir í heimum, og fjórðu ferð í missiónshúsinum. Síðani fara tey aftur út í heimið tvær ferðir, áðrenn tey hittast í kirkjuni til ungdómsgudstænastu sjeyndu ferðina. Síðani byrjar rundan umaftur.
Til møtini er lovsangur, andakt, samtala og felagsskapur.
– Tá vit møtast, royna vit at vera fyrikomandi; vit biðja saman, syngja saman, hava andakt og hugna okkum saman.
Eisini hava tey gjørt ein spurnarkassa, har tey ungu kunnu leggja spurningar og evnir, tey vilja tosa um. Ungdómsleiðararnir leggja dent á, at trúgvin skal verða livandi og nærverandi í gerandisdegnum.
– Fyrst og fremst vóna vit, at tey ungu koma at kenna Jesus. Vit ynskja at peika á Jesus gjøgnum andakt, lovsang og eisini aftaná møti at kunna fáa eina góða samrøðu við tey ungu um Jesus.
Ungdómskafé á Eplafestivalinum
Tá Eplafestivalurin varð hildin fyrr í heyst, skipaði tey ungu í missiónshúsinum fyri eini Ungdómskafé, har onnur ung innan Heimamissiónsungdóm hjálptu til. Tað varð ein góð roynd – bæði fyri tey, sum skipaðu fyri, og fyri øll tey ungu, ið komu inn á gólvið.
– Á Eplafestivalinum høvdu vit ungdómskafé. Tað eydnaðist sera væl. Nógv ung vóru, ikki bara av Sandoynni, men eisini úr Havnini, Runavíkini og aðrastaðni frá.
Har var sangur, spæl, prát og hugni. Og fyri nógv av teimum ungu á staðnum var tað eggjandi at síggja, hvussu nógv ung úr øllum Føroyum deila somu trúgv, fylgja Jesusi og vilja vera hansara lærusveinar.
Framtíðin
Hóast ungdómsarbeiðið á Sandi enn er nýtt, vóna ungdómsleiðararnir, at felagsskapurin kann vaksa og gerast eitt trygt stað fyri tey ungu á oynni.
– Vit droyma um, at tað verður eitt stað, har ung kunnu koma at hoyra og læra um Jesus. Tað hevði verið so deiligt, um tey ungu komu at síggja hetta sum eitt trygt umhvørvi, har tey kunnu koma júst sum tey eru.
Tær vóna eisini, at arbeiðið á Sandoynni kann geva íblástur til til onnur, sum kenna seg einsamøll og hava hug at byrja eitt møti, ein bíbliubólk ella okkurt líknandi, har tey eru.
Carsten Fonsdal Mikkelsen



