Jólagávan – Til lukku við føðingardegnum!

Jóh 1:9
Hitt sanna ljósið, sum upplýsir hvørja menniskju, var við at koma í heimin.

 

“Hvat meinar tú við? Eg havi ikki føðingardag nú. Um tú hevði sagt gleðilig jól, hevði eg skilt tað, tí jólini eru í hondum.”

“Ja, men tað er júst tað, sum eg vil siga tær eitt sindur frá. Jólini eru nevniliga hin týdningarmesti føðingardagurin, sum nakrantíð hevur verið. Hann er sanniliga verdur, at vit ynskja hvørjum øðrum til lukku við honum, og hann er avgjørt eisini verdur at halda.

Á jólum hátíðarhalda vit, at ein lítil drongur varð borin í heim. Guds egni sonur, Jesus Kristus, var villigur at fara frá Faðiri sínum í himli og gerast menniskja her á jørð. Gud hevði valt Mariu at verða mamma hansara. Jósef, sum skuldi hjálpa Mariu at ansa eftir honum, var ikki pápi hansara, tað var Gud í himlinum. Tað er eingin okkara, sum skilir tað, men tað stendur í Bíbliuni, og so vita vita, at tað er satt. Tí var hesin smádrongurin, Jesus, so púra øðrvísi enn tú og eg, og tí er tað ein heilt serligur føðingardagur, vit halda á jólum.

Jesus var føddur og lagdur í eina krubbu í einum fjósi í Betlehem, tí ikki var rúm fyri honum aðrastaðni.

Gud vildi siga menniskjum frá hesum, men fóru tey at trúgva tí?

Einglarnir vórðu fyrst sendir til nakrar hirðar á markini. Teir trúðu tí, teir hoyrdu, og kvikaðu sær inn til Betlehems, og í einum fjósi funnu teir Jósef, Mariu og Jesusbarnið.

Gud læt eisini eina serstaka stjørnu lýsa á himlinum. Nakrir vísmenn úr Eysturlondum sóu hana, og teir fylgdu stjørnuni og funnu Jesus.”

“Ja, men hví skuldi Jesus verða borin í heim, og hvat hevur tað við meg at gera?”

“Jú, veitst tú, vit menniskju, eisini tú og eg, hava syndað móti Gudi. Djevulin, fíggindi Guds, hevur fingið okkum menniskju at venda Gudi bakið og vera ólýðin móti honum.

Ólýdni móti Gudi kallar Bíblian synd, og hon sigur, at øll menniskju hava syndað. Gud kann ikki vera saman við synd, og tí sleppa vit ikki inn í himmalin við synd okkara. Tá ið Jesus varð føddur, søgdu einglarnir: “Tykkum er í dag ein Frelsari føddur.” Jesus var sum menniskja alla tíðina lýðin móti sínum himmalska Faðiri, Gudi. Tá ið hann sum vaksin doyði á krossinum, tók hann revsingina fyri synd okkara, so at tú og eg kunnu fáa fyrigeving fyri alt hitt skeiva, vit gera og hava gjørt. Jesus reis upp frá deyðum páskamorgun. Hann livir, og um tú trýrt á hann og tekur ímóti honum í hjarta tínum, so kemur tú at uppliva at hava felagsskap við Gud, bæði meðan tú livir her á jørðini og einaferð um allar ævir í ríki hansara, og tú kanst biðja til hansara, tín himmalska Faðir, um hjálp at liva og gera, sum hann ynskir, og ein dag fáa loyvi at vera saman við honum allar ævir.

Um tú tekur ímóti Jesusi sum tínum Frelsara, so fært tú ta bestu jólagávuna, sum tú nakrantíð hevur fingið, og tað, at tú ynskir at liva fyri Jesus, er besta føðingardagsgávan, tú kanst geva honum.”

“Nú skilji eg betri, at tú segði: Til lukku við føðingardegnum!”

Tøkk veri Gudi fyri sína ósigandi gávu!

GLEÐILIG JÓL!

E. Campbell umsetti