Stjørnan sum leiðir

“Stjørnan leiddi vísmenn fyrst, so teir funnu Jesus Krist; –

Tá ið Gud gav fyrstu jólagávu sína, einkarson sín, til eina falna mannaætt, síggja vit, at hann eisini gjørdi alt, at henda ætt skuldi finna hann og taka ímóti honum.

Gud sendi einglar til hirðarnar, teir fóru, og teir funnu, og teir upplivdu jólagleðina.

Gud setti eina stjørnu upp á himmalin, so teir vísu menninir eisini kundu finna Jesus. Longu her síggja vit kanska, at tað er torførari hjá hesum heimsins vísu. Tá ið teir komu til “landið”, fylgdu teir ikki stjørnuni, tí tað gekk ímóti teirra “vísdómi”, sum segði, at ein kongur sjálvandi mátti verða føddur uppi á kongsborgini. Vit vita, at hesin “vísdómur” skapti sorg og ræðslu seinni. Tá ið teir komu á rættan veg, sóu teir stjørnuna aftur, hon leiddi teir til kong konga, og teir upplivdu jólagleðina.

Gud hevur givið okkum orð sítt, Bíbliuna, at leiða okkum til Jesus og alt tað, hann hevur til okkara. Sum vísmenninir hildu, at stjørnan leiddi móti øllum sunnum skili, soleiðis halda vit, at Guds orð ofta gongur móti okkara “sunna skili”, vit skilja hetta ikki. Latið okkum ikki missa nakað av øllum tí, Gud so dýrt hevur keypt okkum, av tí at vit vilja skilja orð hansara staðin fyri bert at trúgva teimum.

– okkum við ein stjørna leiðir,

okkum lívsins gøtu greiðir,

so vit finna Jesus Krist.”

E. Campbell umsetti.