KFUM & K hátíðarheldur 85 ár

Komandi vikuskifti verður KFUM & K í Klaksvík 85 ár, og verður dagur markeraður við ymiskum tiltøkum alt vikuskifti. Sjálvur stovningardagurin var 19. desember 1940, og síðan tá hevur KFUM & K verið ein týðandi partur av lívinum hjá nógvum børnum, ungum og vaksnum í Klaksvík.

Fríggjadagin verður merktur av afturliti, har vit hyggja aftur á ríku søguna hjá KFUM & K. Ein mini- dokumentarfilmur við samrøðum er gjørdur til høvið, og eisini eru myndir savnaðar saman, sum lýsa søguna hesi árini. Myndirnar verða vístar á fram, og húsið verður opið fyri øllum, sum hava hug at vitja.

Leygardagin verður festkvøld, har vit savnast til hugna og felagsskap. Tilmelding er neyðug fyri at luttaka (freistin at tekna seg er farin).

Sunnudagin verður jólafest fyri børn, og kl. 18 syngja vit jólini inn saman. Hetta verður ein hugnalig løta við framførslu frá streingjakórinum, andakt og sofapráti.

LES EISINI  Andaktin, sum formaðurin hevði á Ørkini
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina