Heimsins fyrsta andakt

”Og eingilin segði við teir: »Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. ”
Luk.2,10

 

Heimsins mest innihaldsríka andakt, sum varð hildin fyri nøkrum arbeiðsfólkum, varð ikki hildin í einum virkisbygningi ella fyri einum stórum skara úr fakfelagsrørsluni. Nei, fyrsta virkisandaktin í søguni fór fram á markini uttan fyri Betlehem, og teir, sum arbeiddu har og lurtaðu eftir andaktini, vóru nakrir fátækir hirðar.

Boðskapurin fyllir himmalin við gleði og fagnaði. Einglarnir gera seg til reiðar at fara úr ljósanna ríki og til okkara myrku jørð.

Á markini uttan fyri Betlehem halda hirðarnir trúfast vakt yvir seyðafylgi síni. Kanska sótu teir og prátaðu um Frelsaran, sum Gud hevði lovað at sent, og kanska gleddu teir seg til tann dag, tá ið hann skuldi koma. Lítið grunaðu teir, at teir heilt skjótt skuldu sleppa at vera uppi í hendingini, sum skuldi kollvelta eina heila verð.

Alt í einum stóð eingil Harrans framman fyri teir, og dýrd Harrans ljómaði rundan um teir. Tað var ikki løgið, at teir gjørdust skakkir! Í somu løtu fór eingil Harrans at tala til teirra: „Og eingilin segði við teir: »Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! “ (Luk. 2,10-11)

Eg haldi púra vist, at øll Betlehems fløtan varð upplýst av tí skínandi glæmuni frá Guds einglum, tá ið hesi boðini vórðu kunngjørd. Tað gjørdist kvirt á jørðini, og himmalin boygdi seg niður at lurta eftir sanginum:

„»Heiður veri Guði í hægsta himli, [og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!«“

Sjálvt um summi halda, at hesin gleðiboðskapurin er farin útum søludagin, er hann tíbetur líka áhugaverdur og átrokandi tann dag í dag. Meir átrokandi enn nakrantíð vil eg siga. Í okkara egna landi, har tey allarflestu hava tað gott og líða onga neyð, er tað samstundis ein stórur andaligur fátækdómur. Aftan fyri eina væl eydnaða útsjónd fjalir ein innari andaligur fátækdómur seg, sum spakuliga oyðir eina søkjandi sál.

Gev tær far um boðskapin hjá einglinum: Ein frelsari er føddur! Hesin frelsarin livir sítt fríska lív, og hann vil so fegin koma at hitta teg. Jesus vil geva okkum ektaða gleði, eingin eftirgerð, einki fals, sum brestur sum ein sápubløðra. Nei, hann vil geva tær eina gleði, sum heldur, sjálvt um lívið uttan um teg broytist. Hevur tú stundir at lata hann sleppa inn í lív títt?
Effie Campbell umsetti