Jól – veitingarnar eru á veg

Bíblian sigur okkum hetta: “Men tá ið Jesus var føddur í Betlehem í Júdeu, á døgum Heródesar kongs, sí, tá komu nakrir vísmenn úr Eysturlondum til Jerúsalem og søgdu: v2  »Hvar er hin nýføddi Jødakongurin? Tí at vit hava sæð stjørnu hansara har eysturi, og vit eru komnir at tilbiðja hann.«”

Og

“Men tá ið teir sóu stjørnuna, vórðu teir heilt avbera glaðir. v11  Og teir fóru inn í húsið og sóu barnið hjá Mariu, móður síni; og teir løgdust á knæ og tilbóðu tað; og teir lótu upp goymslur sínar og bóru tí gávur: gull og roykilsi og myrru.”
(Mat.2,1-2 og 10-11)

 

Ein bíbliulærari sigur: ”Vit minnast øll jólafrásøgnina, hvussu vísir menn komu eystanífrá og fylgdu eini stjørnu, sum leiddi teir til tað heilaga barnið, og hvussu teir fóru inn og tilbóðu hann og løgdu dýrabarar gávur framman fyri hann. Maria og Jósef fóru ikki út at leita eftir dýrum gávum. Hóast tey vórðu noydd at gista um náttina í einum køldum, myrkum fjósi, so bóðu tey ikki um hjálp ella bóðu um gávur.

Men av tí at tey vóru mitt í Guds vilja, sendi Hann teimum vísmenninar á kamelbaki, fullfermdar við veitingum. Um vit eru í Guds vilja, vil Hann koma við okkara veitingum. Tað er ikki neyðugt hjá okkum sjálv at tuska avstað eftir teimum. Tær finna fram til okkara. Tað er ikki neyðugt hjá okkum at royna at fáa tingini at henda. Gud vil føra tær til okkara.

 

Kamelarnir fara at koma til okkara, um vit verða verandi í Guds vilja. Einasti mátin, har vit kunnu vænta okkum eitt slíkt uppihald og slíka umsorgan, er, tá ið vit eru trúføst, har Gud hevur sett okkum. Tá ið vit fara at trúgva hesum, gerast vit fræls at kasta allar okkara stúranir á Hann. Tað er ikki neyðugt hjá okkum at liggja í andvekri alla náttina við ótta og stúran.”
”… et Ord til Dagen” Effie Campbell umsetti