Hvørjum bíða vit eftir
„Tá ið Jesus nú hevði fingið edikin, segði hann: »Tað er fullgjørt!« Og hann boygdi høvdið og gav upp andan. “
Jóh. 19, 30
Rune Edvardsen
” … “Tað er fullgjørt!” …”
Heldur tú, at tað var nóg mikið, tá ið Jesus rópti út í alla verðina og til andaverðina, at TAÐ ER FULLGJØRT? Restar okkurt í frá Kristusar síðu? Nei. ”Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara, ” (Jóh. 1,12) Jesus kom ikki fyri at døma heimin, men fyri at frelsa hann. Hann kom fyri at steðga djevulsins óndu gerningum. Av náði og við Jesu Kristi egna blóði eru vit frelst, og hann hevur goldið fyri okkum við egna lívi sínum.
Facebook kom fyri 20 árum síðani og gjørdist hvørs mans ogn fyri 15 árum síðani. HVØR Á JØRÐINI HEVUR IKKI HOYRT UM FACEBOOK Í DAG? Fleiri enn tey, sum hava hoyrt um Jesus.
Hvat sigur hetta okkum? Eg havi verið í 113 londum og ferðast á støðum, fá onnur fara til – langt inni í frumskóginum og fjarløgdum støðum. Altíð havi eg fingið cola og battaríir. Tubbaksídnaðurin hevur verið har. Men hvat við frelsuverkinum. Heimsins bestu tíðindi eru ikki komin hagar. Frelsan, bjargingin, loysnin, meiningin við lívinum er ikki boðað har. Jesus hevur lagt heimsins týdningarmestu frelsuverkætlan í hendur okkara. Hvørjum bíða vit eftir?
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

