Higartil hevur Harrin hjálpt
“… »Higartil hevur Harrin hjálpt okkum.« ”
1.Sám. 7,12
Rithøvundurin Alex Haley hevði eina serliga mynd hangandi á bróstinum í skrivstovu síni. Á myndini var ein skjaldbøka, sum sat ovast á einum hegnpela.Tá ið hann varð spurdur, hví hann hevði hasa myndina á skrivstovuni, svaraði hann: “Hvørja ferð, eg skrivi okkurt týdningarmikið, ella lesi tað, eg havi skrivað og haldi tað sita væl, og eg gerist errin av mær sjálvum, hyggi eg at skjaldbøkuni ovast á hegnpelanum. Eg hugsi um, at upp hagar er hon ikki komin við egnari megi. Hon má hava fingið hjálp.
Hetta er grundarlagið undir øllum takksemi – at Gud hevur hjálpt okkum higar, har vit nú einaferð eru komin, og at hann hevur givið okkum alla ta signing, sum vit eiga.
Alex Haley hevði myndina av skjaldbøkuni á einum hegnspela, fyri at minna seg á at vera takksaman. Sámuel í Gamla Testamenti í Bíbliuni gjørdi tað á ein annan hátt. Tá tók Sámuel stein og reisti hann….Henda steinin kallaði hann Ebenezer og segði: “Higartil hevur Harrin hjálpt okkum.” (1.Sám. 7,12).
76,3 e.c. umsetti
Alex Haley, 11.august 1921 – 10.februar 1992, var ein amerikanskur høvundur. Alex Haley ritaði m.a Røtur og autobiografiina fyri Malcolm X. Røtur varð filmatiserað í 1970’unum og víst sum sjónvarpsrøð
Edvard Poulsen

