Alfa og Omega

„Eg eri Alfa og Omega, sigur Harrin Guð, hann, sum er, og sum var, og sum kemur, hin alvaldi. “
Opb. 1,8

 

 

 

Hann, sum kemur Tann Gud, sum er og var, er eisini tann Gud, sum kemur. Framtíðin er hansara! Jóhannes ápostul sá tað í miklum sjónum, eitt øgiligt stríð um heimsvaldið í framtíðini; men hann sá eisini, at Jesus Kristus gjørdist sigursharrin. Hann sigraði, og himmalsins herar fylgdu honum. Sum Kristus vann hann sigur, tá ið hann gekk her á fold, og soleiðis fer hann í komandi døgum at sigra.

 

 

Tá ið einaferð dregur at hinum seinasta og avgerandi stríðnum millum ljósið og myrkrið, millum lívið og deyðan, Gud og Satan, himmal og helviti, tá skal Kristus koma við sínum veldigu herum. Tá skal hann koma í tign og dýrd, og tá ið hann kemur, skal hann sigra.

 

 

Bara við andadrátti munn síns skal hann týna Antikristus. Hann kemur skjótt, hann kemur! O, tann gleðiligi sannleiki hjá øllum Guds børnum! Vit vænta, at frelsarin skal koma. Vit vænta hann við gleði og bivandi eyðmýkt. Og vit vita, at tá ið hann kemur, so kemur hann sigrandi.

 

 

Eg eri byrjanin og endin, sigur Harrin Gud, hann sum er og sum var og sum kemur, hin alvaldi, og tá fer hann úr øllum ættum at savna um trónu sína øll tey, sum hava trúð á hann.
t. týddi