Javnvág í lívinum

“Tí falla vit ikki í fátt, men um so okkara ytra menniskja ferst, tá verður tó okkara innara menniskja endurnýggjað dag frá degi. ”
2. Kor.4,16

 

Summi gera nógv burturúr at hava javnvág í lívinum. Tað kann snúgva seg um venjing og hvíld, arbeiði og frítíð og sunnan mat og drekka. Paulus ápostul fann sín egna form fyri javnvág. Hann merkti at kroppurin eldist og viknaði, men hetta varð uppvigað av, at hansara innara menniskja, tað sum livir í Gudi, varð endurnýggjað og vaks. Hann visti, hvat av hesum báðum fór at yvirliva – likamið ella andin.