Til umhugsanar
„við tað at vit bróta niður hugborgir og eitt og hvørt hálæti, sum reisir seg ímót kunnleikanum um Guð, og hertaka eins og hvørja hugsan til lýdni ímót Kristi, “
2.Kor.10,5
Um hvør tanki, sum kemur fram í heila tínum frá morgunstundini av og allan dagin ígjøgnum, kundi verið tikin upp á band ella skrivaður upp, hvat fyri slag av lesitilfari høvdu teir so verið?
Paulus tosaði um, hvussu neyðugt tað var, at “hertaka eina og hvørja hugsan til lýdni ímóti Kristi.” 2. Kor. 10,5. Hví hevur tað so stóran týdning? Tí vit vilja at Gud skal arbeiða í lívi okkara. Guds lyfti hava ikki mist kraftina. Tey virka enn 100%, um tey ikki verða skumpað út úr okkara tilviti av øllum møguligum tankum og hugmyndum, sum ikki hoyra heima har. Trúgvin arbeiðir, um hon fær ein kjans.
Um tú vilt vera eydnusælur, um tú vilt vera glaður ella ynskir frið, so mugu tínar tankar dvølja við hesi hugtøkini. Vit lesa í Bíbliuni: “Alt tað, sum er satt, alt sum er sámiligt, alt sum er rætt, alt sum er reint, alt sum er elskuligt, alt sum hevur gott ágiti, eina og hvørja dygd og ein og hvønn sóma, havi tað í huga!” Fil. 4,8.
Guds kraft kann loysa øll vandamál í dagliga lívi okkara og geva okkum frið og eydnu; men vit mugu gera okkara part við at bera tankar okkara og hugmyndir í samsvar við orð hansara og vilja.
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

