Talvan
„Jerúsalem, Jerúsalem! Tú, ið drepur profetarnar og steinar teir, sum eru sendir til tín, hvussu ofta havi eg viljað savnað børn tíni saman, eins og hønan savnar ungar sínar undir veingirnar! Og tit vildu ikki. “
Matt.23,37
Í dómkirkjuni í Lübeck hongur ein gomul talva við hesari innskrift:
Tey kalla meg Meistara … og spyrja meg ikki.
Tey kalla meg Ljósið … og síggja meg ikki.
Tey kalla meg Vegin … og fylgja mær ikki.
Tey kalla meg Lívið … og vilja ikki hava meg.
Tey kalla meg vísan … og akta meg ikki.
Tey kalla meg ríkan … og ákalla meg ikki.
Tey kalla meg sannan … og trúgva mær ikki.
Tey kalla meg mætan … og æra meg ikki.
… Um eg skúgvi tey frá mær, so undrist ikki.
Musikleinkja: Jerusalem
“Et Ord med på Vejen” E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

