Meinigheitshúsið Saron 100 ár, takkarskriv

Stóra tøkk til øll tykkum sum hugdu inn á gólvið, til ymisku tiltøkini, sum vóru í samband við at Meinigheitshúsið Saron fylti 100 ár. Vit høvdu eina viku, sum seint verður gloymd, og takksemi er stórt 

Mánakvøldið vóru fleiri enn 160 børn og vaksnin samlaði til ein góðan føðingardagsdøgurða. Deiligt at síggja familjurnar hugna sær.

Týskvøldið var Sjómannskvinnuringurin samlaður, og vóru fleiri enn 50 kvinnur møttar, bæði úr Vágum og aðrastaðni frá. Køkuborðið var sum tað sømir seg sandavágskvinnum Torleif Johannesen vitjaði, og Oddvør Thomassen var heiðrað fyri sítt stóra trúfesti í leiðsluni.

Mikudagin var ein serlig Pílagrímsferð við Pól Jóhannesen. Vit gingu úr Saron, og niðan á Reynabrúgv í kvirru, og hugsan. Uppi á Reynabrúgv var fantastiskt at vera í skýming. Oman komin aftur í Saron var fiskasuppa og tosa var saman um tað vit høvdu fingið burturúr. Ein heilt serlig løta.

Hóskvøldið Hevði Heini F. Petersen frásøgn um søguna hjá Saron. Jan Erik Simonsen hevði funnið tilfar, og sett ein myndafilm saman, sum fylgdi søgugongdini. Hetta var heilt framúr áhugavert, og vóru um 100 fólk møtt. Aftaná var ein festdrekkamunnur, og nógv hugnaligt prát.

Fríggjakvøldið áttu tey ungu. Ung í Vágum og Juniorarbeiði bjóðaðu inn til eina góða og hugnaliga ungdómsløtu við pizza og hondbóltsdyst. Tór-Ingar byrjaði við einari andakt, og síðani var herja á pizza og Hondbólt. Eitt deiligt kvøld, har ung úr allari oynni vóru samlaði.

Leygardagin var sjálvur 100 ára føðingardagurin. Borðreitt var við hegnisliga framleiddum smárættum sum vóru væl borðreiddir, og hugnin var í hásæti. Eisini høvdu vit framíhjárætt at hava Blátt gras at spæla og syngja. Við sínum frálíka lyndi og lætta tónleiki eru teir bara framúr. Orðið var frítt at bera heilsur fram, og vóru tað fleiri, bæði frá nær og fjar sum bóru Saron heilsu. Saron hevur eisini fingið gávur, og tað eru vit sera takksom fyri.

Enn einaferð vilja vit í leiðsluni fyri Meinigheitshúsið Saron takka øllum, sum hava staðið fyri, luttiki og møtt til ymisku tiltøkini í okkara 100 ára viku, og runda av við endanum av fyrilestrinum hjá Heina F. Petersen.

Í heila øld hevur Guðs orð verið boðað her um Guðs náði og kærleika til umvendingar, halganar, uppbyggingar, ugganar, frið og gleði. Heilagi andin hevur virkað til trúgv á Jesus Krist. Mangar hava arbeiðsgreinirnar verið, og mong eru fólkini, sum her hava starvast og enn starvast. Mong teirra hvíla nú undir grønu torvu til Harrans dag. Vit minnast tey við virðing og tøkk. Ja, mong eru tey, sum higar eru komin at hoyra tann gleðiliga boðskapin, bæði bygdarfólk og avbygdafólk, og hava hoyrt meistaran kallað á seg. Og mong eru tey, ið hava veitt Harranum heiður. Vit ynskja, at Guðs signing má hvíla yvir hesum húsi og tí arbeiði, sum her verður gjørt.

Meinigheitshúsið Saron

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina