Arbeiðslega í Nesvík komandi vikuskifti

Komandi vikuskifti 6.-7. februar fara vit at hava eina ‘arbeiðslegu’ í Leguhúsinum í Nesvík, har vit fara at gera ymiskt tiltrongt arbeiði fyri at menna og halda okkara góða leguhús við líka – og hugna okkum eitt sindur.

Vit byrja við nátturða kl. 18.00 fríggjakvøld og enda við pizza leygarkvøld. Møguleiki er at gista í Nesvík ÓKEYPIS. Og hevur man familju er man vælkomin at taka børnini við, so tey kunnu spæla ímeðan. Og annars koma við so leingi sum tað liggur fyri.

Har eru nógv projektir vit ætla at orðna fyri at rigga húsið til mongu legurnar, sum eru fyri framman. Og nú húsið er tøkt eitt vikuskifti, ja hví ikki gera eitt hugnaligt vikuskifti burturur tí eisini.

Tørvur er á handverkarum av ymsum slag, fólki at rudda, vaska, organisera, bera, o.s.fr.

Kemur tú við? Trýst her fyri at tekna teg, so vit vita hvussu nógv koma.

LES EISINI  Ein týsdagur í Nesvík
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina